Alsamt fleiri føroyingar við útbúgving búgva í Danmark

Tað er eitt starvsøku, sum er serliga vælumtókt

Áki Bertholdsen
26. november 2024 kl. 11:03

 

Sum tað hevur verið frammi seinastu tíðina, eru tað nógvir føroyingar, sum flyta uttanlands. Hvørt ár flyta hundraðtals ungdómar úr Føroyum, mest fyri at útbúgva seg.

Í roynd og veru eru tað umleið 40 prosent í hvørjum ættarliði, sum flytur av landinum ímeðan tey eru í tjúgunum.

Bara helvtin av hesum flyta heimaftur, tá ið tey gerast eldri. Tað merkir, at fimti hvør í hvørjum ættarliði býr ikki longur í Føroyum. Og sostatt verða tað alsamt fleiri føroyingar, sum búgva uttanlands.

Hagstovan sigur, at í dag eru 3.600 fleiri føroyingar við útbúgving í Danmark enn tað var um aldarsskifti. Eyðvitað hava teir ymisk størv, men tað er serliga eitt starvsøki, sum er serliga vælumtókt.

 Talvan oman fyri vísir, at ein lítil triðingur av teimum hevur útbúgving innan heilsu- og umsorganarøkið, og her er talan um eldrarøkt, barnaansing, sjúkrarøkt, læknavísindi, viðgerð og endurvenjing, tannheilsu og sosialt arbeiði.

Tey flestu eru heilsuhjálparar, heilsurøktarar, námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar og læknar. Men tað eru eisini nógv, sum eru útbúgvin innan byggifrøði, løgfrøði, sosialt arbeiði og flutningstænastur, og her eru skiparar og skipsførarar uppi í.

Talvan niðanfyri vísir 30 tær vanligastu útbúgvingargreinarnar hjá teimum 3.600 persónunum við føroyskum bústaðartilknýti, sum síðan aldarskiftið eru lagdir afturat teimum, sum búgva uttanlands og hava førleikagevandi útbúgving skrásetta í Danmark.