Mynd: Steinar Patursson

30 daga treytaða fongsulsrevsing fyri barnaporno
Føroya rættur dømdi í dag ein mann 30 daga treytaða fongsulsrevsing fyri at hava barnapornografiskt tilfar um hendi.
Steinar Patursson
13. mars 2023 kl. 15:59
Ein maður varð í Føroya rætti í dag dømdur 30 daga treytaða fongsulsrevsing fyri at hava um hendi barnaporno.
Ákærin sigur, at maðurin hevur havt bæði videobrot og myndatilfarð av børnum í ymiskum støðum, sum varð roknað sum barnapornografiskt tilfar.
Um dómin á 30 daga treytaða fongulsrevsing sigur ákærin, at hetta er innan fyri teir revsikarmar, ið eru galdandi fyri barnapornografiskt tilfar í Føroyum.
Eisini varð í Føroya rætti í dag ein maður dømdur 14 daga treytaða fongsulsrevsing fyri hóttanir.
Hesin maðurin hevði hótt eitt annað fólk við at skula drepa viðkomandi í sambandi við eitt grindadráp í 2021.