40 dagar og útvísing fyri falskt pass

Ein iranskur maður varð fyrradagin tikin í tollinum við følskum passi. Maðurin, sum er irani, skal sita 40 dagar í fongsli, áðrenn hann verður sendur av landinum aftur

Steinar Patursson
30. november 2022 kl. 16:07

Ein iranskur maður varð seinnapartin í dag dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing og fekk innferðarforboð í trý ár fyri skjalafalsan.

Maðurin kom til Føroya við Norrønu fyrradagin, men tollarin varnaðist okkurt illgrunasamt við passinum hjá manninum, sum eisini vísti seg at vera falskt.

Ingi Midjord, ákæri, sigur við Dimmalætting, at maðurin varð varðhaldsfongslaður, meðan løgreglan fann fram til, hvør maðurin veruliga er.

Maðurin hevði við sær falskt pass og falskt ID kort, ið vildi vera við, at hann er úr Grikkalandi, men tað vísti seg, at hann er irani.

Maðurin er føddur í 1981.

Ingi Midjord vísir eisini á, at tað er skerpandi, at talan var um falsað pass heldur enn onnur falsað skjøl, og tí varð dómurin ikki treytaður.

Maðurin skal tí sita í fongsli í 40 dagar, áðrenn hann verður vístur av landinum og sendur til Danmarkar.