Íbúðarkeyp í Havn: 43.000 krónur fyri fermeturin

Tað er ógemeina dýrt at keypa bústað í Havn. Tær umleið 25 íbúðirnar, sum verða bygdar úti á Fløtum, ovast uppi á Landavegnum í Havn í løtuni, verða seldar fyri umleið 43.000 krónur fermeturin. Tað váttar stjórin í Skyn, sum selur íbúðirnar

Sveinur Tróndarson
22. oktober 2021 kl. 20:08

Slakar 2,8 milliónir krónur.

So nógv skalt tú rinda, um tú skalt hava fatur á einari íbúð í nýggja íbúðarbygninginum, úti á Fløtum, ovast á Landavegnum í Havn.

Men so ert tú eisini eigari av einari íbúð, sum er góðar 60 fermetrar til víddar.

Tað vil siga, at prísurin fyri fermeturin liggur um 43.000 krónur.

Og keypir tú eina enn minni íbúð, so er fermeturprísurin uppaftur hægri.

Tað váttar Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn, sum selur íbúðirnar fyri byggiharran, sum er Jóan Petur Vang.

Til samanberingar er fermetraprísurin fyri eini sethús, sum kosta miðalprísin, sum er góðar 3,5 milliónir krónur onkustaðni millum 20 og 30.000 krónur, um tey væl at merkja eru 150 fermetrar. Men sjálvt tey dýrastu sethúsini í Havn í løtuni, eini vórðu sett til sølu fyri 4,8 milliónir fyri kortum, hava ein fermeturprís, sum er minni enn helvtin av tí, sum nevndur omanfyri. Tey sethúsini eru 260 fermetrar og tí er fermeturprísurin "bara" 18.500 krónur í tí førinum.

Søgur hava gingið um, at fólkini, sum hava skrivað seg upp til eina íbúð, hava fingið boð frá seljaranum um, at upprunaligi prísurin hækkar við 20 prosentum, og at tey hava fingið eina viku til at útvega hesa eyka upphæddina, men tí vísir Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn aftur.

- Tað er ikki rætt, at nakrar endaligar avtalur eru gjørdar fyri tað, sum er í gongd nú. Vit hava gjørt fyribilsavtalur, men vit eru nústaðni í gongd við at gera skeytini endaliga liðug, og tá vera tey so undirskrivað, sigur hann.

Uppá spurningin um pengarnar sigur stjórin í Skyn, at tað er rætt at kostnaðurin er uppfarin frá tí at íbúðirnar vórðu settar á sølulista. Men tað er ikki rætt, at keypararnir bara hava fingið eina viku til at útvega peningin.

- Vit hava greitt teimum áhugaðu keyparunum frá, at prísurin er hækkaður, og tey hava so fingið eina freist, sum er nakað longri enn hatta til at finna fíggingina. Men tá snýr tað seg ikki bara um meirfíggingina, sigur Petur Mohr Niclasen.

Tá hann verður biðin um at seta prís á íbúðirnar greiðir hann frá, sum tað eisini hevur verið frammi, at prísurin á tilfari er hækkaður nógv, og tað endar hjá teimum, sum skulu keypa íbúðirnar.

Men er tað í lagi, at prísurin fer so nógv upp, tá fólk hava bundið seg til eina íbúð?

- Tað kann mann altíð seta spurnartekn við, men støðan er nú einaferð tann, at skeytini eru ikki endaliga undirskrivað, og tey, sum halda prísin vera ov høgan, tey kunnu leypa frá, sigur stjórin í Skyn.

Hann viðgongur blankt, at prísurin fyri íbúðirnar er øgiliga høgur.

- Tað mugu vit viðurkenna. Men hatta er kostnaðarlegan í løtuni, og tað mugu vit fyrihalda okkum til, sigur stjórin í Skyn.

Hann leggur afturat:

- Jú, størri íbúðirnar eru, bíligari eru fermetrarnir. Ikki tí, at munurin er so øgiliga stórur, men nakað er hann tó, sigur Petur Mohr Niclasen, sum sigur, at tær størstu íbúðirnar, sum eru umleið 90 fermtrar, kosta slakar 40.000 krónur fyri fermeturin, tær mittastu, sum eru 64 fermetrar kosta um nevnt umleið 43.000 krónur fermeturin og tær minstu, sum eru 32 fermetrar vera nokk eitt sindur dýrari.

Samanlagt byggir Jóan Petur Vang 111 íbúðir við Landavegin. Bygt verður í fýra lonum, har tann fyrsta, har tað eru 28 íbúðir, er liðug. Tann næsta er innilokað, og tað eru hesar 25, sum nú kosta um 40.000 krónur og væl tað, fyri fermeturin. So skulu 26 íbúðir byggjast í einari triðju lon, sum er væl á veg, og at enda skulu 32 íbúðir byggjast í einari fjórðu lon.