45 ára samstarv hóast bæði køld og heit kríggj

Sjóvinnublaðið: Føroyska fiskiveiðuavtalan við Russland er í vanda fyri at fara fyri bakka orsakað av russisku innrásini í Ukraina. Trýstið á politisku skipanina og vinnulívið um at seta hørð tiltøk í verk ímóti Russlandi er stórt, og løgmaður hevur boðað frá, at avgerðin um lagnuna hjá fiskiveiðuavtaluni verður tikin í heyst. Hesi 45 árini, síðan fyrsta avtalan varð gjørd, hava tað tó eisini verið onnur og eins góð høvi at geva russum durafjórðingin, um vantandi virðing fyri mannalívum, frælsi og fólkaræði skal vera grundgevingin

Ingolf S. Olsen – PRESS
23. juni 2022 kl. 07:47

Tann 26. november í fjør skrivaðu Andras Kristiansen, deildarstjóri í Fiskimálaráðnum og leiðari fyri føroysku samráðingarnevndina, og russiski starvsbróðir hansara Sergey V. Simakov undir sínamillum fiskiveiðuavtaluna fyri 2022.

Avtalan ásetir, hvussu nógvan botnfisk og rækjur føroysk skip kunnu fiska í russiskum sjógvi, og hvussu nógvan uppsjóvarfisk, mest svartkjaft, russar skulu sleppa at fiska í føroyskum sjógvi afturfyri.

Hetta var tann 45. fiskiveiðiavtalan landanna millum. Hon var undirskrivað í Havn eins og tann fyrsta, sum Atli P. Dam, táverandi løgmaður, og Alexander Ishkov, táverandi fiskimálaráðharri í Sovjetsamveldinum, settu síni nøvn undir 27. november 1977 – longu sama ár sum føroyska fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar.

Við fiskiveiðiavtaluni settu Føroyar, sum eitt av fáum londum í vesturheiminum, sjøtul á eitt umfatandi fiskivinnusamstarv við kommunistiska Sovjetsamveldið.

Lívsseigt samstarv
Lunnarnir mundu vera væl lagdir, tí síðan fyrsta avtalan varð undirskrivað, eru bæði Atli Dam, Alexander Ishkov og nógv onnur, sum vóru við í vásinum tá, farin undir grønutorvu, og Sovjetsamveldið fór sama veg í 1991. Men fiskivinnusamstarvið hevur hildið, og á hvørjum ári er nýggj avtala undirskrivað. Tá Sovjetsamveldið smokkaði saman, tók Russland yvir sum sáttmálapartur.

Men nú er spurningurin, um fiskiveiðuavtala nummar 45 við russar verður tann seinasta. Harðmæltar røddir eru javnan frammi við kravi um júst tað. Tí Russland undir leiðslu av einræðisharranum Vladimir Putin 24. februar leyp á grannalandið Ukraina. Við tí breyt Russland allar ST-viðtøkur um krígsførslu og virðing fyri rættinum hjá sjálvstøðugum tjóðum at ráða sær sjálvum. Síðan er eisini prógvað, at beinleiðis krígsbrotsverk verða framd í krígnum, og í túsundavís av herfólki og vanligum borgarum hava latið lív á báðum síðum.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur boðað frá, at Føroyar taka støðu til spurningin um fiskiveiðuavtaluna í heyst. Stórur partur av Vesturheiminum hevur slitið samstarv og samhandil við Russland – ikki øll londini so heilhjartað og samfeld tó – og Føroyar eru undir trýsti bæði uttaneftir og innanífrá at gera tað sama.

Við útvarpið segði løgmaður, at hann vónaði, at støðan broyttist til heystar, tó at hann ikki helt tað vera serliga sannlíkt. Men í hvussu er ætlar politiska skipanin at bíða til tá at gera av, um fiskiveiðusamstarvið við russar skal halda fram, ella tað skal kvettast.

45 ár við blóðpengum
Á sosialu miðlunum hevur onkur kallað pengarnar, sum føroyingar vinna burtur úr kvotunum í russiska partinum av Barentshavinum og øllum samstarvinum og samhandlinum við russar annars fyri blóðpengar.

Russar høvdu annars heldur ikki so gott orð á sær allastaðni í 1977, tá tann fyrsta fiskivinnuavtalan var undirskrivað. Tað var mitt undir kalda krígnum, og søgurnar um ræðuleikar handan jarntjaldið vóru nógvar. Men tá vóru ongir sosialir miðlar, og almannahugsanin var ein onnur enn í dag. So ongin mutaði av álvara ímóti.

Óli Breckmann var upp á sítt besta tá sum blaðstjóri á Dagblaðnum. Hann royndi at prika samvitskuna eitt sindur, men bar samstundis í bøtuflaka fyri nýggju russaraavtaluni, tá hann viðgjørdi hana í oddagrein Dagblaðnum 30. november 1977. Hann vísti á, at tann aldrandi Alexander Ishkov – hann var 72 ár tá – var tann einasti av ráðharrunum hjá Stalin, sum enn sat í politiska toppinum í Moskva, og blaðstjórin helt, at kollektiva ábyrgdin fyri milliónirnar av mannalívum, sum 60 ár við sovjetkommunismu høvdu kostað, máttu vera ein ófatiliga tung samvitskubyrða at bera hjá hesum fryntliga og hyldliga gamla russanum.

“Samvitskuliga vóru hatta dýr 10.000 tons við toskaskræðu og av flatum. Men tóku vit ikki av tilboðnum, so stóð illa til her á um stutta tíð, og í hungurstíðum trívist sosialisman best”, skrivaði Óli Breckmann. Føroyingar høvdu onki annað í at velja, var niðurstøðan, tó at hann seinni í oddagreinini setti trumf á ringu samvitskuna, tá hann gjørdi greitt, at prísurin fyri toskin og flatfiskin ikki var tey 60.000 tonsini av svartkjafti, sum avtalan segði:

“Nei, prísurin fyri tey 10.000 tonsini er okkara samvitska umenn ikki okkara sál. So leingi vit bert eru greið yvir tað”, skrivaði hann.

Hann kundi eisini bara brúkt orðafellið, at “málið halgar mátan”, sum onkuntíð verður tikið til, tá ringar gerðir skulu latast í góðar grundgevingar.

 

Fyrr var tað lov
Um tíðirnar vóru verri tvey ár seinni er ilt at meta um, men ongin í Føroyum mótmælti, í hvussu er ikki serliga harðmælt, tá Sovjetsamveldið jóladag í 1979 gjørdi nakað, sum er meinlíkt russisku illgerðini 24. februar í ár. Sovjetiski herurin gjørdi innrás í Afganistan at hjálpa kommunistunum, sum árið fyri høvdu tikið valdið har við einum statskvetti.

Ongin tosaði um at strika fiskiveiðuavtaluna ella seta onnur tiltøk og boykott ímóti Sovjetsamveldinum í verk av tí orsøk. Heldur ikki seinni, tá Sovjetsamveldið var syndrað og Russland aftur var vorðið Russland og á sumri 2008 uttan himpr legðist á sjálvstøðuga landið Georgia. Heldur ikki, tá Russland við harðari og blóðugari hond fleiri ferðir hevur bart niður royndirnar hjá loysingarsinnaða Tjetjenia at skipa fullveldi, og heldur ikki, tá Russland hevur sýnt somu framferð ímóti øðrum minnilutum og sjálvstýrandi økjum í russiska samveldisríkinum.

Nógvir ræðuleikar
Men tað hava eisini verið og eru onnur lond, ið helst hava uppiborið revsitiltøk frá Føroyum og restini av frælsa heiminum, um tað er rætta svarið, tá lond við hernaðarmegi leggja á sjálvstøðug lond og drepa fólk. Úr rúgvuni kann nevnast Vietnam-kríggið, har amerikanski herurin framdi krígsbrotsverk, øll staðgongukríggini, har Russland og USA hava verið samsek í ræðuleikum, og ikki minst amerikanskt stjórnaða innrásin í sjálvstøðuga og suverena statin Irak 20. mars 2003.

Málið halgar mátanum var grundgevingin fyri tí innrásini, sum eisini Danmark tók lut í, men sum bleiv kolldømd av ST-aðalskrivaranum og ST-trygdarráðnum fyri at vera ólóglig. Trupulleikin hjá áleypandi partinum var bara, vísti tað seg seinni, at har var onki mál. Hópoyðingarvápnini, ið Irak undir leiðslu av harðrenda einræðisharranum Saddam Hussein segðist hava, og sum vórðu søgd at vera høvuðsorsøkin til innrásina, vóru ikki til.

Aftaná hava stjórnarleiðararnir, sum við teirra hermegi tóku lut í innrásini vart hana og sagt hana vera rætta, hóast grundgevingin fyri henni próvfast ikki var sonn. Tí Irak var ein terror-statur og Saddam Hussein eitt bølmenni. Henda “rætta” avgerðin við støði í skeivum grundgevingum kostaði okkurt um 70.000 vanligum og óvápnaðum fólkum lívið.

Men ongin tosaði tá um boykott og hørð tiltøk, og ongin dómur er heldur feldur yvir nakran, sum hevði ábyrgd fyri innrásini ella blóðugu hendingunum í sambandi við hana.