527 grindahvalir løgdu beinini í fjør

Í fjør vóru lutfalsliga fá dráp, men talið á grindahvalum var um sama støði sum undanfarin ár

Mynd: fiskimálaráðið
Steinar Patursson
21. mars 2023 kl. 12:25

Tilsamans 527 grindahvalir løgdu beinini í Føroyum í fjør.

Tað vísir uppgerðin hjá Hagstovuni fyri í fjør.

Teir 527 grindahvalirnir vórðu býttir út á fimm grindir, har tvær vóru í Havn, ein var í Syðrugøtu, ein á Sandi og ein í Vági.

Í grindunum báðum í Havn løgdu 288 hvalir beinini; í Syðrugøtu 19; á Sandi 101, og í Vági 119.

Tilsamans var talan um 3.867 skinn.

Samanborið við talið á grindum seinastu árini var árið í fjør ikki serliga gott, og seinastu 10 árini er tað bert í 2014 og 2020, at færri grindir hava verið í Føroyum. Tá vóru ávíkavist tvær og fýra. 

Men um hugt verður eftir samlaða talinum á grindahvalum, er talið eitt sindur javnari, og árið í fjør var á støði við undanfarin ár.

Umframt hesar 527 grindahvalirnar vóru eisini 98 hvessingar og seks døglingar í fjør.