55 ár og eldri, sum eru í vandabólki, kunnu nú bóka tíð til koppseting

Nú kunnu fólk í aldursbólkinum 55-64 ár, sum eru í vandabólki, eisini bóka tíð til koppseting. Í morgin kunnu øll í aldursbólkinum, 55 ár og eldri, bóka tíð á corona.fo

Tíðindaskriv
22. apríl 2021 kl. 11:40

Nú kunnu fólk í aldursbólkinum 55-64 ár, sum eru í vandabólki, eisini bóka tíð til koppseting. Í morgin kunnu øll í aldursbólkinum, 55 ár og eldri, bóka tíð á corona.fo.

Nýggj leiðregla er gjørd, sum gevur persónum í vandabólki framíhjárætt at bóka tíð til koppseting. Leiðreglan sigur, at fyrsta dagin latið verður upp fyri at bóka tíð til koppseting í tí einstaka aldursbólkinum, fáa hesi í serligum vandabólkum framíhjárætt at bóka sær tíð - tað kunnu vera fólk við krabbasjúku, sjúku í nervalagnum, lungasjúku, hjartasjúku, diabetes og so framvegis.

Yvirlit yvir vandabólkar sæst her.

Eftir tann dagin kunnu øll, sum hoyra til aldursbólkin, bíleggja sær tíð á jøvnum føti.