626 nýggir føroyingar bornir í heim í fjør

Tað vórðu 626 børn fødd í Føroyum fjør. Tað eru 52 børn færri, enn tað vórðu fødd í 2021

Sigurjón Einarsson
1. februar 2023 kl. 09:40

Tað vórðu 626 børn fødd í Føroyum fjør.

Tað skrivar Landssjúkrahúsið á sínum Facebook-vanga.

Hetta eru 52 børn færri enn í 2021, tá tey vóru 678 í tali.

Av teimum børnum, ið vórðu fødd í fjør, so vóru øll uttan eitt fødd á Landssjúkrahúsinum; 307 gentur og 318 dreingir. Heili 12 tvíburðapør vórðu í 2022.

Landssjúkrahúsið skrivar, at tað er væl kent, at føroysku børnini hava góða vekt. Miðalvektin fyri børnunum hjá teimum, ið áttu fyrstu ferð, var 3.640 gram. Hjá teimum, sum høvdu átt áður var miðalvekin hjá børnunum 3.774 gram. Umleið triðjahvørt barn vigaði í 2022 meira enn fýra kilo við barnsburð og seks prosent við 4,5 kilo ella meira.

Samanlagt vóru tað 175 mammur, sum fingu sítt fyrsta barn í 2022. Miðalaldurin hjá teimum var 27,15 ár. 209 fingu sítt annað barn, 175 sítt triðja og hjá 48 mammum var talan um fjórða barnið.

Tá eitt barn verður føtt, kunnu foreldrini seta eina nál á føðitalvuna, sum hongur í gongini á føðideildini, soleiðis sum tað sæst á myndini niðanfyri: