80 ár síðani Finnbogi var føddur

Gávuríki politikarin, tíðindamaðurin og rithøvundurin var bara 62 ára gamal, tá ið hann andaðist longu í 2005

Jóannes Hansen
7. februar 2023 kl. 21:24

Í dag er 7. februar og henda dagin í 1943 varð Finnbogi Ísakson føddur. Hann var bara 62 ára gamal, tá ið hann av illkynjaðari sjúku andaðist 7. september í 2005.

Finnbogi var 23 ára gamal, tá ið norðoyingar valdu hann á ting 8. november í 1966. Hann umboðaði tjóðveldisflokkin í Norðoya valdømi fram til 1984, tá ið hann ikki var á listanum. Í 1988 varð hann valdur í Suðurstreymoy, og har var hann valdur, inntil hann í 2002 gavst í politikki. Tá hevði hann í fýra ár verið løgtingsformaður.

Á fólkatingsvalinum í 1988 var Finnbogi einsamallur á listanum hjá tjóðveldisflokkinum. Hann rakk 4422 perónligum atkvøðum, og tað er framvegis føroyskt met í tali á persónligum atkvøðum á fólkatingsvali. Hóast stóra persónliga atkvøðutalið, so varð Finnbogi ikki valdur í fólkatingið.

Finnbogi Ísakson varð roknaður at vera sera gávuríkur og gløggur politikari. Hann var kringur við penninum, hevði orðið í síni makt, og umframt at vera løgtingsmaður var hann í fleiri umførum landsstýrismaður. Fyrstu ferð var í samgonguni við Atla P. Dam sum løgmanni, sum varð skipað eftir valið í 1974, og sum sat til eftir valið í 1978. Tá umsat Finnbogi skúlamál, samferðslumál og íbúðarmál, og so var hann aftur landsstýrismaður tvær ferðir fyrst í baldrutu nítiárunum, tá ið hann var fíggjarmálaráðharri í fyrra landsstýrinum hjá Jógvan Sundstein í 1989, og síðani í landsstýrinum hjá Maritu Petersen 1993 – 1994.

Meðan hann gekk í studentaskúla í Hoydølum hjálpti Finnbogi til í útvarpinum, og so var hann útvarpsmaður fram til 1974. Tá fóru hann og javnaldurin og vinmaðurin úr Klaksvík, Árni Absalonsen, sum eisini arbeiddi í útvarpinum, undir at geva út Tíðindablaðið, ið kendist vera kollvelting í føroyska blaðheiminum sutta skeiðið, sum tað kom út. Blaðið helt uppat at koma út, tá ið Finnbogi fyrstu ferð fór í landsstýrið.

Í 1984 var Finnbogi oddamaður, tá ið spildurnýggja Sjónvarp Føroya fór undir Dag og viku, og so var hann eitt skifti blaðstjóri á 14. september - málgagni tjóðveldisfloksins.

Seinni gjørdi hann útvarpssendingar, og so gav hann fleiri bøkur út. Eitt nú árbøkurnar Aftur og fram og fleiri útgávur av Tilburðir í okkara øld.