89 smittað í gjár

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at smittutalið í gjár var heilt uppi á 89, og smittulutfallið er omanfyri fýra prosent

Sveinur Tróndarson
23. oktober 2021 kl. 13:53

- Tað er serliga í landnyrðringsøkinum, í Klaksvík, Gøtu og í Leirvík, at smittan nú ger um seg. Men hon er eisini í Havn, men hini økini eru tey, sum hála upp beint nú.

Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, tá Dimmalætting ringir fyri at spyrja til tølini, sum Norðlýsið kunngjørdi fyrr í morgun. Norðlýsið visti at siga, at 72 fólk høvdu fingið at vita, at tey vóru sjúk eftir kanningarnar í gjár, men tað talið er ikki rætt.

- Eg veit ikki, hvaðani tey hava talið, men tað er skeivt, tí tað er hægri enn so, sigur Lars Fodgaard Møller.

Tað eru serliga ung og serliga tey, sum ikki eru koppsett, sum nú vera rakt, og tað eru tey norðaru og eystari økini, sum serliga vera rakt, sigur landslæknin.

- Vit hava ikki fult yvirlit yvir, hvussu nógv eru koppsett, men tey allarflestu eru ókoppsett, sigur Lars Fodgaard Møller.

Spurdur, um tað so serliga eru børn yngri enn 12 svarar hann, at tað er tað ikki. 

- Nei, tað kunnu vit ikki siga, tí enn eru nógv, sum eru eldri enn 12, sum ikki eru koppsett, og tað eru fleiri av teimum, sum nú eru vorðin sjúk. Og so smitta tey foreldur og vaksin í húskinum, og har vísir tað seg eisini, at fleiri av teimum heldur ikki eru koppsett, sigur Lars Fodgaard Møller.

Í gj´ár komu bæði Lars Fodgaard Møller, landslækni, og Michael Boolsen, fúti, sum eisini er formaður í farsóttarnevndini, við tíðindaskrivi um støðuna, nú smittutalið er eksploderað. Har vístu teir á, at smittugongdin minnir nógv um hana í grannalondunum, at talið økist rættiliga nógv í løtuni.

Tó fegnaðust teir um, at eingin er innlagdur, tí tað vísir, at støða hjá teimum sjúku er ikki so ring hóast alt, og tað merkir, at einki trýst er á sjálvt sjúkrahúsverkið.

Í tíðindaskrivinum í gjár søgdu teir báðir, at 95 prosent av teimum smittaðu eru smittað í Føroyum, og tað er tað sama, sum Lars Fodgaard Møller sigur í dag.

- Nógv tann størsti parturin er smittaður í Føroyum, og sum sagt eru tað serliga ung og børn, sum eru smittað, og tey smittað so tey nærmastu og tey sum eru rundan um tey, sigur Lars Fodgaard Møller.

Teir báðir, landslæknin og fútin, heita tí á tey, sum ikki eru koppsett, um at fáa hetta gjørt, tí tað lættir um støðuna.

- Man er ikki fult vardur, men koppsetingin ger sjúkuna munandi mildari, segði fútin í tíðindaskrivinum.