A-landsliðið: Nógv nøvn ganga aftur

23 leikarar er tiknir út til teir fýra landsdystirnar, ið A-landsliðið skal spæla í juni, men tað er pláss fyri einum leikara afturat í hópinum. Bíðað verður eftir Jóan Símun Edmundssyni, um hann verður nóg birgur at spæla landsdystir í juni

Håkan Ericson, føroyskur landsliðsvenjari (Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo)
Sigurjón Einarsson
23. mai 2022 kl. 10:50

Landsliðsúttøka til dystirnar fyrst í juni í Nations League-kappingini var í FSF-húsinum í morgun. Landsliðið skal spæla fýra dystir í tíðarskeiðinum frá 4. til 14. juni, so talan er um eina tætta leikskrá.

Hópurin, sum er úttikin, líkist hópinum, ið vit hava sæð seinastu dystirnar, men KÍ-viðhaldsfólk og KÍ-venjarin, Mikkjal Thomassen, munnu nokk undrast, hví Páll Klettskarð ikki er úttikin. Páll hevur víst gott máltev higartil í Betri Deildini, har hann hevur skorað níggju mál í 11 dystum. Landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, heldur fast við Klæmint A. Olsen úr NSÍ, men hevur eisini valt at taka Patrik Johannesen úr Keflavík út til hópin. Hann hevur skorað fýra mál í átta dystum fyri íslendska felag sítt.  

Eisini leggur landsliðsvenjarin áherðslu á, at hesin hópurin, sum í dag er úttikin, er samansettur við leikarum, ið kunnu spæla á fleiri plássum.

Tað eru 23 mans úttiknir, so tað verður pláss fyri einum leikara afturat. Håkan Ericson segði á tíðindafundinum, at tað verður bíðað eftir Jóan Símun Edmundssyni, ið júst er byrjaður at venja aftur eftir drúgvan skaðasteðg. Spælast skulu fýra dystir í 11 dagar, og tí kundi spurnartekn verið sett við, hví Jóan Símun Edmundsson yvirhøvur skal við, men landsliðvenjarin vísur á, at við teimum dygdunum, ið Jóan Símun hevur, so er tað vert at bíða eftir, um hann verður nóg birgur at spæla landsdystir í juni.

– Avgerð verður tikin um tað seinasta plássi í hópinum seinni í vikuni, sigur Håkan Ericson, landsliðsvenjari.

Dystarskráin í Nations League-kappingini í juni sær soleiðis út:

4. juni   19:45     Turkaland – Føroyar        UEFA Nations League
7. juni   19:45     Føroyar – Luksemborg   UEFA Nations League / Tórsvøllur
11. juni 17:00     Føroyar – Litava UEFA Nations League / Tórsvøllur
14. juni 19:45     Luksemborg – Føroyar   UEFA Nations League

Hópurin sær soleiðis út:
Málverjar:
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Teitur M. Gestsson, HB
Matthias H. Lamhauge, B36

Verjuspælarar:
René Shaki Joensen, KÍ
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
Viljormur Davidsen, Helingborg IF (Svøríki)
Daniel Johansen, HB
Sonni Ragnar Naddestad, B36
Odmar Færø, KÍ
Rógvi Baldvinsson, Bryne FK (Norra)
Hørður Askham, HB
Heini Vatnsdal, KÍ

Miðvallarar:
Gilli R. Sørensen, Odds BK (Norra)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson, KR Reykjavík (Ísland)
Jákup B. Andreasen, KÍ

Miðvallarar/framherjar
Ári Mohr Jónsson, HB
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Meinhard E. Olsen, Mjøndalen (Norra)
Hannes Agnarsson, HIK (Danmark)
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)

UEFA Nations League er ein kapping fyri landsliðini í Evropa, ið fór at bakkastokki í september í 2018, sum í ávísum mun er komin ístaðin venjingardystir. Kappingin varð einmælt samtykt á UEFA-fundi í Kasakstan á vári í 2014.