A-landsliðini hjá kvinnum og monnum í flogbólti eru úttikin

A-landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum eru úttikin um vikuskiftið. Næsta vikuskifti skulu bæði A-landsliðini luttaka í finaluumariðinum í CEV-SCA kappingini. Finaluumfarið hjá kvinnum verður spælt í Íslandi, meðan finaluumfarið hjá monnum verður leikt í Havn í høllini á Hálsi

Kristian Waag Dam
9. mai 2022 kl. 09:37

Næsta vikuskifti skulu bæði A-landsliðini hjá kvinnum og monnum í flogbólti luttaka í finaluumariðinum í CEV-SCA kappingini. Finaluumfarið hjá kvinnum verður spælt í Íslandi, meðan finaluumfarið hjá monnum verður leikt í Havn í høllini á Hálsi.

A-landsliðið hjá kvinnum

A-landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Lars Engell, hevur um vikuskiftið úttikið hópin til landsliðið, sum skal til Íslands at kappast í døgunum frá 13. mai til 15. mai. Liðið skal leika móti Íslandi, Skotlandi og Írlandi.

Úttiknu leikararnir eru:

Janna Falkvard

Tóta Búadóttir

Sirið Hanusardóttir Samson

Maria Sarita Lorenzen

Milja Silvansdóttir

Emma Michala Sannino

Hilda Bolstad Mortensen

Johanna Christiansdóttir

Henrikka Wang Jacobsen

Nicola Toftegaard

Sofía Weihe Simonsen

Bjørk Nolsøe Isaksen

Jakobina Joensen

Kristina Knudsen

 

A-landsliðið hjá monnum

A-landsliðið hjá monnum er á heimavølli í finaluumfarinum komandi vikuskifti. Landsliðsvenjarin, Jens Bang, og hjálparvenjarararnir, Boban Ilic og Christian Imhoff, hava um vikuskiftið úttikið hópin. Føroyska landsliðið skal spæla ímóti Íslandi, Skotlandi og San Marino.

Úttiknu leikararnir eru:

 

Stefan Rosenlund, Mjølnir

Bjarni Joensen, SÍ

Filip Ilic, ÍF

Matias Nolsøe Isaksen, Fleyr

Thorvald Danielsen, Mjølnir

Áslakur Holm, ÍF

Tróndur Høgnason Hansen, Amager Volley Elite

Dávið Hentze, Fleyr

Jóhan Arni Elisson Wang, Mjølnir

Teitur Eliasen, ÍF

Páll Heðin í Grund, Mjølnir

Silas Poulsen, SÍ

Símun H. Poulsen, Mjølnir

Niels Niclasen, Fleyr