Abubakar Ibrahim Aliyu er fríttstillaður í KÍ

Nú er staðfest, at samstarvið millum 25-ára gamla Abubakar Ibrahim Aliyu og KÍ er hildið uppat

Sigurjón Einarsson
16. oktober 2020 kl. 12:25

Abubakar Ibrahim Aliyu er ikki longur partur av KÍ. Tað váttar KÍ-formaðurin, Tummas Lervig, fyri dimma.fo.

- Eg kann vátta tað, at Abubakar ikki er partur av KÍ longur. Hann er fríttstillaður, sigur KÍ-formaðurin.

Álopsleikarin úr Nigeria kom annars til KÍ fyrr í summar, men náddi einans at spæla tveir dystir fyri KÍ. Tann fyrri dysturin var, tá KÍ vann 2-1 móti HB tann 12. september. Tá varð Abubakar skiftur inn í yvirtíðini. Tríggjar dagar seinni var hann skiftur út í hálvleikinum, tá KÍ, á útivølli, vann tepran 1-0 sigur móti Skála.

Eftir stóra ónøgd frá leikaranum í Skála-dystinum, valdi KÍ-venjarin, Mikkjal K. Thomassen, at síggja burtur frá leikaranum komandi tíðina. Við Norðlýsið segði venjarin tá.

- Vit hava bannað leikaranum at vera partur av hópinum í 14 dagar, meðan vit viðgera støðuna. Aðrar viðmerkingar havi eg ikki til hetta málið í løtuni, segði Mikkjal K. Thomassen tann 19. september.

Støðan er nú viðgjørd og staðfestast kann, at leikarin er liðugur í KÍ.

Óheppin gongd

Tað sá annars spennandi út á pappírinum, tá ungi álopsleikarin kom til KÍ fyrr í summar. Hann hevði leikt saman við Odmari Færø og Ole Erik Midtskogen í HamKam í næstbestu norsku deildini, og stendur skrásettur fyri fimm landsdystir og eitt mál fyri Nigeria. Men tíðin í KÍ hevur verið alt annað enn heppin.

Fyrst vóru trupulleikar við loyvunum og síðani gjørdi korona-støðan, at hann ikki kom fram. Og tá ið hann so kom til Føroya, varð hann avbyrgdur í 14-dagar.

Vegna ringan atburð undir og eftir Skála-dystin, varð gjørt av, at hann ikki skuldi venja við KÍ-hópinum í 14 dagar.

Og so frættist eisini, at tað kom til ilnar millum Abubakar og Heina Vatnsdal til venjing, ið nokk hevur fingið bikarið hjá KÍ-leiðsluni til at flóta yvir.

Sáttmálin millum Abubakar og KÍ var annars galdandi fyri bæði 2020 og 2021.