

Í døgunum frá 17. august til 31. august fara sjálvboðin fólk frá Adventistakirkjuni av savna pening inn kring Føroyar til neystødd fólk.
Leygardagin tann 27. august fara fólkini, sum fara at ferðast kring Føroyar við bússum, at skipa fyri einum tiltaki í Adventistakirkjuni í Havn, har tónleikur, felagssangur, andakt og frágreiðing, hvat peningurin fer til, verður á skránni.
Tað vera í alt seks sjálvboðin fólk, ið fara at savna pening til hjálparfelagsskapin hjá Adventistakirkjuni, Hjælpeaktion (stytt ADRA, red.) seinnapartin í august.
– Hjælpeaktion hevur verið í Føroyum gjøgnum fleiri áratíggju, og tað hevur altíð verið eitt gott upplivilsi, sigur Jens Vesterager, ið er aðalskrivari hjá ADRA Danmark, í einum tíðindaskrivi.
Hann verður eisini til staðar til tiltakið 27. august.
– Í ár er liðið av sjálvbodnum ein blandingur av bæði eldri innsavnarum, sum hava verið í Føroyum áður, og ungfólk, ið ynskja, at heimurin verður eitt meira rættvíst stað at búgva í, greiðir aðalskrivarin frá í tíðindaskrivinum.
Hetta fer peningurin til
“Hjælpeaktion 2022” hevur fokus á at hjálpa flóttafólkum kring heimin. Talið av flóttafólkum verður mett at vera 100 milliónir, ið er tvífalt so nógv sum fyri tíggjum árum síðan.
ADRA Danmark er ein stór altjóða menningar- og neyðhjálparfelagsskapur, sum er partur av tí globala ADRA-netverkinum, ið hjálpir við menningarverkætlanum í meira enn 115 londum.
Arbeiðið hjá ADRA tekur støði í einari kristnari menniskjafatan, har næstrakærleiki og virðing fyri einstaka menniskjanum er í miðdeplinum.
Til ber at lesa meira á www.adra.dk