Ongi úrslit

Ætla at banna veddilýsingum í sjónvarpinum

Frameftir skal tað vera møguligt at síggja ítrótt í sjónvarpinum uttan at veddilýsingar verða sendar áðrenn, undir og aftaná ítróttarhendingar, stendur tað til danska skattamálaráðharran

Sigurjón Einarsson
29. august 2022 kl. 12:23

Flestu føroyingar síggja millum annað útlendskan fótbólt gjøgnum danskar veitarar, men stendur tað til danska skattamálaráðharran, Jeppe Bruus (S), so skal tað frameftir ikki vera møguligt at senda veddilýsingar í samband við ítróttarhendingar í sjónvarpi.

Heilt ítøkiliga merkir tað, at ætlanin er at banna veddilýsingar 15 minuttir áðrenn og aftaná ítróttarhendingar – og eisini meðan ítróttarhendingin fer fram.

– Frameftir skal tað vera møguligt at síggja ítrótt í sjónvarpinum uttan at síggja lýsingar fyri veddispøl, sigur danski skattamálaráðharrin, Jeppe Bruus, við Jyllands-Posten.

Danska skattamálaráðið læt eina frágreiðing úr hondum í vár, ið vísti, at umleið 480.000 fólk í aldrinum 18 til 79 í 2021 høvdu trupulleikar við pengaspæli í Danmark. Tað er tvífalt so nógv sum í 2016, vísir ein kanning, sum greiningarstovnurin Wilke hevur gjørt fyri Jyllands-Posten.

– Tað týdningarmiklast er, at fáa steðga samanhanginum millum lýsingar og ítrótt í sjónvarpi. Ein fótbóltsdystur er innballaður við lýsingum bæði áðrenn, undir og aftaná dystin. Tað skal bannast, sigur hann við blaðið.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14