Ætlanin hjá Bakkafrost at flúgva laks møtir mótstøðu

Bakkafrost hevur ætlanir at flúgva laks til amerikanska marknaðin. Føroyski alirisin sigur, at beinleiðis flúgving til USA fer at minka um CO2-útlátið, men atfinningarsamar røddir siga, at loftflutningur er ikki svarið

Tað er eitt tílíkt Boeing 757-farmaflutningsflogfar, ið farmaflutningsfelagið, 07.07.2021, ætlar at fáa fatur á til at flúgva laks úr Føroyum til USA. Flogfarið tekur um 35 tons av farmi (Mynd: Wikimedia Commons)
Sigurjón Einarsson
22. juni 2022 kl. 16:50

Bakkafrost hevur ætlanir at keypa eitt Boeing 757-flogfar, ið skal flúgva laks beinleiðis úr Føroyum til USA, so gestir á matstovum á Manhattan kunnu fáa frískan laks úr Føroyum minni enn 24 tímar eftir, at hann er tikin úr ringinum.

Føroyski alirisin sigur, at við at flúgva laksin beinleiðis úr Føroyum og til sínar amerikansku kundar, kann minka um CO2-útlátið hjá felagnum umframt at spillið gerst minst møguligt.

Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost, sigur í samrøðu við The Guardian, at beinleiðis flúgving kann minka CO2-útlátið við 45 prosentum. Sum nú er, verður laksurin fluttur til Bretlands, har hann síðan verður flogin til USA via Heathrow í London, sum økir um flogtíðina – í mun til, um tað varð flogið beinleiðis úr Føroyum.

– Strategiin hjá Bakkafrost er at minka um CO2-útlátið við 50 prosentum innan 2030 og til netto null í 2050, sum samsvarar við ST-heimsmálini um burðadygga menning. At minka um CO2-útlátið við flutningi til USA er eitt stórt stig, og tað er týdningarmikið, at okkara kundar fáa vørur í góðari góðsku, sigur hann við bretska miðilin.

Ætlaða ætlanin hjá Bakkafrost gongur ímóti ætlanini hjá hinum føroyska alirisanum, Hiddenfjord, ið er steðgað við øllum flogfarmi í oktober 2020, og er heldur farin at nýta skip til at sigla vørur til USA. Tað hevur, sambært Hiddenfjord, minkað CO2-útlátið við 94 prosentum, at sigla níggju dagar longu ferðina til USA fyri ein tíggjundapart av prísinum, eins og tað er at flúgva laksin tvørturum Atlantshav.

(Mynd: bakkafrost.fo)

Veðurlagsstríðsfólk tala at
Atfinningarsamar veðurlagsrøddir siga, at flúgving tvørturum Atlantshav reisa nýggjar spurningar um ávirkanina á veðurlagið, ið stavast frá fiskiídnaði og økta tørvinum fyri at flyta vørur loftvegis.

Veðurlagsfólk hava roknað seg fram til, at laksúrdráttir úr Norðurlondum til USA framleiðir 17 ferðir so nógv CO2, enn sama farleið við skipi.

Blake Lee-Harwood frá Sustainable Fisheries Partnership, ið ráðgevur stórar handilsketur um veðurlags- og umhvørvisvinaligan innkeypspolitikk, sigur við The Guardian, at feløg eiga at fara eftir lægsta møguleikanum, tá tað kemur til CO2-útlát, heldur enn at hugsa um at stytta um flutningstíðina.

Í heimshøpi verður flogfarmur í enn størri mun brúktur til at flyta fyrstafloks fiski- og skeljadjór frá útvegara til kundan. Bretski miðilin vísir millum annað á vinnukanning av norska útflutninginum av laksi, har 18 prosent av øllum útflutningi av laksi verður flogið út til kundan, men har helvtin av øllum CO2-útlátinum av norsku alivinnuni, stendst av flúgvingini av laksi.

– Vit halda, at fiskiídnaðurin eigur at ganga á odda á veðurlagsøkinum, sum merkir, at hugt verður burtur frá flogfarmi í framtíðini – í hvørt fall fyri alilaks, sigur Blake Lee-Harwood.

Kath Dalmeny, ið er fyrisitandi stjóri fyri felagsskapin, Sustain, sum stríðist fyri at matvørur verða framleiddar á burðardyggan hátt sigur, at matvøruframleiðarar eiga at vísa ábyrgd, tá hendan vinnan stendur fyri 30 prosent av øllum CO2-útláti í heiminum.

– Ístaðin fyri at finna mátar at flyta matvørur enn skjótari frá einum parti av heiminum til hinumegin jørðina, so eiga vit at stremba eftir at skapa eina matvøruskipan, ið kann veita fólki føðslugóðan mat og lata náttúruna koma fyri seg aftur, sigur hon.