Aftur galið við Ovara vølli

Fyrst vildu venjararnir hjá B36 og HB ikki nýta Ovara vøll í Gundadali til at spæla sínar heimadystir á, tí bólturin ferðast so ójavnt á nýggja graslíkinum. Nú skal vøllurin eisini umvælast, tí trupulleikar er við undirlendinum

Sigurjón Einarsson
18. september 2020 kl. 17:11

Fyrst vildu venjararnir hjá B36 og HB ikki nýta Ovara vøll í Gundadali til at spæla sínar heimadystir á, tí bólturin ferðast so ójavnt á nýggja graslíkinum. Nú skal vøllurin eisini umvælast, tí trupulleikar er við undirlendinum

Har ein skriða er lopin er onnur væntandi. Júst hetta kann ein siga um lagnuna hjá Ovara vølli í Gundadali, eftir at undirlendið er gjørt av nýggjum og nýtt graslíki er komið á vøllin.

Fyri viku síðani hoyrdu vit, at venjararnir hjá B36 og HB ikki vildu brúka vøllin, tí bólturin ferðaðist so ójavnt á nýggja graslíkinum. Nú er eisini staðfest, at ein lægd er á vøllinum, ið noyðist at verða umvældur. 

Trupulleikin við lægdini kemst av, at eitt hol er staðfest í lokarennuni undir vøllinum, har Havnará rennir í. Hetta hevur ført við sær, at tilfar er runnið undan vøllinum. Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.  

Lokarennan skal umvælast, og undirlendið á vøllinum, har lægdin er, skal gerast av nýggjum. Hetta arbeiðið fer at taka útvið eina viku, skrivar heimasíðan.