Aftur galið við tilmeldingini til kvøldskúlan

Tórshavnar Kvøldskúli biður enn einaferð brúkarar um umbering, tí heldur ikki hesaferð riggaði tilmeldingarskipanin

Sveinur Tróndarson
21. september 2020 kl. 18:42

Heldur ikki hesaferð riggaði hjá brúkarunum, sum ætlaðu at meldað seg til kvøldskúlaskeið hjá Tórshavnar Kvøldskúla at melda til.

Tað boðaði Kvøldskúlin frá á heimasíðu síni fyri lítlari løtu síðan.

- Kvøldskúlin biður heilsa øllum brúkarum, at tey tíverri enn einaferð mugu útseta tilmeldingina, stendur í skrivinum.

Sum skilst er trupulleikin, ella ein av teimum, at tað ikki riggar at gjalda við Visa Dankorti, tá man brúkar Google Chrome. Tað sama ger seg galdandi við ávísum fartelefonum og teldlum. Og fyri, at øll skulu hava sama møguleika, verður tilmeldingin útsett til mikudagin klokkan 18.00.

- Nærri boð koma, tá ið brekið er fingið í rættlag ella í seinasta lagi mikudagin klokkan 12.00, skrivar Tórshavnar Musikkskúli.