

Aftur innbrot í Havn eftir rúsdrekka
Tað hava verið fleiri slík innbrot í seinastuni
Áki Bertholdsen
12. september 2023 kl. 07:49
Aftur í gjáramorgun varð ringt til løgregluna av eini kafé í havn at melda, at har hevði innbrot verið um náttina. Nakað av øli og rúsdrekka varð stolið.
Næststíðstu nátt varð eisini brotið inn í eina kafé í Havn eftir øli, og løgreglan sigur, at tað hava verið fleiri slík innbrot í seinastuni.
Fyri stuttum varð eisini brotið inn hjá Føroya Bjóro Havn
Løgreglan veit ikki, hvørjir tjóvarnir eru, so tey heita á fólk, at er tað nakar, sum hevur sæð okkurt óvanligt, eru tey vælkomin at siga frá.