Aftur met: 1.265 tilburðir í gjár

Smittuprosentið í gjár var næstan 57 prosent. Tað vil siga, at fleiri enn annarhvør kanning í gjár var positiv

Sveinur Tróndarson
8. februar 2022 kl. 18:16

Enn einaferð vísir týsdagurin seg at vera tann sum hevur mest smittu við sær.

Fyri løtu síðan almannakunngjørdu myndugleikarnir tølini fyri í gjár, og enn einaferð setti smittutalið met, tí í dag hava 1.265 fólk fingið at vita, at kanningarnar í gjár vístu, at tey eru smittað við koronu.

Men tað er ikki bara talið av smittaðum, sum setti met í gjár. Eisini smittuprosentið setir met.

Samanlagt vórðu 2.226 kanningar gjørdar í gjár, og tá smittutalið er 1.265 merkir tað, at smittuprosentið er 56,8. 

Tað vil siga, at fleiri enn annarhvør av teimum, sum vórðu kannað í gjár, hava í dag fingið at vita, at tey eru smittað.

Samanlagt eru nú 4.878 fólk smittað við korona. Íalt hava tað nú verið 25.625 smittutilburðir í Føroyum síðan korona byrjaði. Tað vil siga at næstan helmingurin av føroyingum hava verið smittað. Heilt neyvt merkir talið í dag, at 47,7 prosent av fólkinum her á landi hava havt koronu. 

So galið er tað kortini ikki, tí fleiri hava havt korona meira enn einaferð, men tey eru tó ikki so nógv í tali, at tað ger tann stóra munin.

Í løtuni eru 15 innløgd við korona, harav seks eru innløgd vegna korona. Ein liggur á intensivari deild og ein fær hjálp við andingartóli. Tað eru skrásett 20 deyðsføll í samband við korona her á landi.