Afturkalla Kinderegg vegna salmonella

Italski sjokulátaframleiðarin Ferrero hevur afturkallað Kinderegg í fleiri evropeiskum londum

(Mynd: Unsplash)
Sigurjón Einarsson
6. apríl 2022 kl. 09:54

Hetta kundi ljóða sum ein apríl-søga, men tað er tað ikki.

Italski sjokulátaframleiðarin Ferrero, sum millum annað eisini framleiðir Kinderegg, hevur afturkallað Kinderegg í fleiri evropeiskum londum, har hildið verður, at fólk kunnu hava fingið salmonella, eftir tey høvdu etið Kinderegg.

Framleiðarin heldur, at salmonella-eggini eru brúkt á virkinum í Arlon í Belgia, og harfrá eru tey leveraði til heilsølur í Stórabretlandi, Fraklandi, Týsklandi, Svøríki og Belgia.

Sambært svenska matvørutrygdarmyndugleikanum stava fýra salmonella-tilburðir frá Kindereggum og umleið 120 tilburðir í hinum fýra londunum – harav meira enn helvtin hava verið í Stórabretlandi.

Sjokulátaframleiðarin samstarvar við bretskar myndugleikar at fáa bilbukt við salmonella-Kindereggunum, og í tí sambandi verða bretar bidnir um ikki at eta Kinderegg, ið hava lokadag tann 11. juli 2022 umframt 7. oktober 2022.