Afturkalling av hýggj í tortillawraps

Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkalla tortillawraps frá Dagrofa ApS, tí vandi er fyri hýggi í vøruni

Redaktiónin
20. mars 2023 kl. 09:56

Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar Banderos tortillawrap við fullkorni frá Dagrofa ApS.

Talan er um Banderos-pakkarnar, sum viga 370 gramm og sum eru best fyri 19.06.2023

Orsøkin til ávaringina er, at virkið, har hesi tortillawrap eru framleidd, hevur staðfest, at vandi er fyri óynsktum vøkstri av hýggj.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tey, sum liggja inni við hesum, eiga at koyra tað í skrell ella at lata tað inn aftur í handilin, haðani tað er keypt.

Kelda: hfs.fo