Áheitan til politisku flokkarnar

Tórshavnar kommuna og Visit Tórshavn heita á politisku flokkarnar, um ikki at seta valplakatir upp á uppsettu veggirnar framvið Havnará

Sigurjón Einarsson
9. november 2022 kl. 17:26

Starvfólk hjá Tórshavnar kommunu eru farin í holt við at fríðka og gera jólaklárt í miðbýnum í Havn.

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at í morginárini – hósmorgunin - fer arbeiðið í gongd við at pynta veggirnar, sum liður í átakinum “Jól í Miðbýnum”.

Í samband við hetta, heitir Tórshavnar kommuna og Visit Tórshavn á politisku flokkarnar, um ikki at seta valplakatir upp á uppsettu veggirnar framvið Havnará. Koma valplakatir upp har, so fer reinhaldið hjá kommununi at beina plakatir burtur, ið verða settar upp á veggirnar.

Kelda: Tórshavnar kommuna