Aksel V. Johannesen: Tey lægst løntu fáa ongan skattalætta

Landsstýrismenn fáa, meðan lægstu inntøkurnar fáa einki, sigur Aksel V. Johannesen

Aksel V. Johannesen
30. september 2022 kl. 14:13

Tað er gott, at miðallønt við eini inntøku á 30.000 krónur fáa eina skattaminking. Men tað er skeivt at geva somu skattaminking til landsstýrisfólk, sum tjena 70.000 krónur. Og haraftrat fer tað at skapa stóran ójavna í okkara samfelagi, at fólk við inntøkum undir 20.000 krónur yvirhøvur ikki fáa lut í skattaminkingini.

Skattaminkingin merkir, at tá fólk við høgum inntøkum, eitt nú landsstýrismenn, fara at keypa inn, so fara tey at hava fleiri pengar um hendi. Tað kann skapa príshækkingar. Og tá kunnu gerandisvørur dýrka. Tað kann gera tað enn truplari hjá teimum, sum tjena allarminst í samfelagnum.

Sjálvandi skulu tey lægstløntu fáa lut í skattaminkingini. Og sjálvandi skulu landsstýrisfólk og onnur hálønt ikki hava skattaminking. Tað eru ikki landsstýrisfólkini, sum hava akuttan tørv á pengum at rinda rokningar, keypa mat og aðrar gerandisvørur.

Tað er vanligi arbeiðarin, vaskifólkið, einsamallir forsyrgjarar, starvsfólk á umsorganarøkinum og onnur láglønt, sum hava størstan tørv at fáa ein lættari gerandisdag.

Vit í Javnaðarflokkinum eru fegin um, at miðallønt við inntøku á 30.000 krónur fáa eina skattaminking. Men burtursæð frá tí rakar skattaminkingin fullkomiliga skeivt.

Vit vildu ynskt, at samgongan skilti, at landið skal ikki geva skattaminking til landsstýrisfólk, men til lægstu inntøkurnar. Vit vildu ynskt, at sosiala kumpassið hjá samgonguni líktist meira sosiala kumpassinum hjá flestum føroyingum.

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum