Aktivistar handtiknir fyri at gera seg inn á Skríggið

Tríggir aktivistar úr Danmark, Finlandi og Týsklandi royndu í dag at líma seg fastar í Skríggið, kenda listaverkið eftir Munch

Løgreglubilurin bíðar uttan fyri norska Tjóðsavnið. Mynd: EPA
Steinar Patursson
11. november 2022 kl. 15:52

Tríggir aktivistar vórðu í dag handtiknir í tjóðsavninum í Oslo í Norra, har teir høvdu roynt at límað seg fastar í málningin Skríggið eftir Edvard Munch.

Tað skrivar NRK.

Talan var um tríggjar kvinnur úr Danmark, Finlandi og Týsklandi, og sambært NRK royndur tvær teirra at líma seg fasta í rammuna, meðan tann triðja filmaði.

Skríggið er vart handan glasrút, og í Munch rúminum eru altíð vaktir til staðar.

Upptøkur eru av aktivistunum, ið rópa, meðan vaktirnir fara avstað við teimum.

Stjórin á Tjóðsavninum sigur, at Skríggið hevur ikki tikið skaða av hendingini.

Aktivistarnir hoyra til umhvørvisfelagsskapin Stopp Oljeletinga, sum er sprottin úr norsku deildini av Extinction Rebellion, men tað er ikki greitt, um Stopp Oljeletinga hevur samband við umhvørvisfelagsskapin Just Stop Oil, ið farna mánaðin hevur gjørt nógv burturúr at gera seg inn á víðagitnar málningar í Evropa, teirra millum málningar eftir Andy Warhol og Vincent van Gogh.