Almennar gjáir burturbeinast

At tað er ein djúp gjógv millum eina almenna skipan og eina aðra, hoyra vit oftani um frá teimum, sum hava tørv á tænastum frá fleiri almennum skipanum um somu tíð.

Margit Stórá
5. desember 2022 kl. 13:23

At tað er ein djúp gjógv millum eina almenna skipan og eina aðra, hoyra vit oftani um frá teimum, sum hava tørv á tænastum frá fleiri almennum skipanum um somu tíð. Vit hoyra og síggja hesi sperdu fólkini, tá tey trýna fram á sjónvarpsskýggjan ella í útvarpinum, tá tey veruliga kenna, at tey eru dottin niður í onkra av hesum almennu gjáunum, - og ikki slepst uppaftur við at rópa har.

Tað má verða okkara mál, at hesar gjáir skulu burturbeinast og vit tryggja at tey sum tørva tað fáa eina samanhangandi hjálp í mun til tað sum tørvur er á.

Loysnin er ikki at royna at fylla pengar í hesar gjáirnar og vóna at tað so slepst undan teimum. Loysnin liggur í at gera nakrar nýskipanir, at vit hugsa nakrar heilt aðrar vegir at loysa uppgávurnar. Tað er neyðugt fyri at veita fólki sømuliga hjálp, tað er neyðugt fyri at loysa tann vaksandi tørvin og tað er neyðugt fyri loysa tann ovurstóra tørv á starvsfólki, sum er innan almennu vælferðartænasturnar.

Javnaðarflokkurin vil arbeiða fyri at seta í verk nýskipanir, sum eru neyðugar á almenna økinum. Tað skal ikki gerast við útgangsstøðinum í pengapunginum, sum summi vilja stýra eftir, men við útgangsstøði í tørvi, menniskjanum, fakligheitini og møguleikunum – við atliti til tann fíggjarliga partin. Eisini her skal vera skil í!

Set krossin á røttum staði tann 8. desembur .....  tað er sera umráðandi fyri sera nógv fólk!

Sjálvandi er hetta eitt av teimum málum, sum eg fari at arbeiða við.

 

Margit Stórá  - á lista C