Altjóða dystir kunnu vera ávegis

Upptøka í altjóða felagsskapin fer at hava við sær, at Grønland í framtíðini fer at kunna spæla altjóða dystir í uttandura fótbólti.  

Edvin H. Niclasen
24. januar 2025 kl. 19:45

Ein fundur millum grønlendska Boldspilunion KAK og norðuramerikanska fótbóltssambandið verður í februar í amerikanska stórbýnum Miami.

 Upptøka í altjóða felagsskapin fer at hava við sær, at Grønland í framtíðini fer at kunna spæla altjóða dystir í uttandura fótbólti.

 

Dreymurin tykist vera komin nærri KAK

Grønland er boðið á fund hjá norðuramerikanska fótbóltssambandinum Concacaf í februar í stórbýnum Miami, har umsóknin hjá Grønlandi um upptøku í altjóða fótbóltssambandinum er sett á skrá.

Upptøka í altjóða sambandinum fer at hava við sær, at grønlendska fótbóltslandsliðið framyvir kann spæla almennar altjóða dystir undir egnum flaggi. Grønland kann eisini fáa møguleika at spæla undankappingardystir til meistaraheitið.

Uttan limaskap í altjóða sambandinum hevur Grønland ikki møguleika at spæla almennar altjóða dystir orsakað av altjóða reglum. Bert limir í altjóða sambondum kunnu spæla almennar dystir og fáa dystin vístan í sjónvarpinum.

- Enn hava vit ikki fingið dagsskránna fyri fundin. Men vit hava sjálvandi longu sent dokumentatión til okkara fyrireikingar undan fundinum, sigur formaðurin í KAK, Kenneth Kleist.

Selja Grønland

Men KAK hevur fingið fráboðan frammanundan frá Concacaf, sum merkir, at KAK er varin við at hava ov stórar vónir.

- Tey hava skrivað, at fundurin skal ikki skiljast sum upptøka beinanvegin. Tað er umráðandi fyri meg at siga við fólkið, at vit ikki gerast limir her og nú.

- Men á fundinum skulu vit ‘selja Grønland’ og tosa um okkara framtíðarætlanir. Tí er tað sera umráðandi, at vit fáa stuðul frá Naalakkersuisut, sum vit so eisini kunnu taka við í okkara skjøl til fundin, sigur Kenneth Kleist.

Eftir fundin fer KAK at fyrireika næsta stigið í strembanini at sleppa upp í altjóða sambandið.

- Beint eftir fundin, fara vit undir ymiskar uppgávur. Tað kann væl henda, at vit bjóða umboðum frá Concacaf á vitjan í Grønlandi. Tað er eisini sera sannlíkt, at vit leggja ein nýggjan fund í lag, tí vit skulu hava eina ætlan A, ætlan B og ætlan C fyri arbeiðið framyvir, sigur Kenneth Kleist at enda.