Amerikanarar hava dripið al-Qaeda leiðaran

Joe Biden hevur í nátt boðað frá, at leiðarin í al-Qaeda, Ayman al-Zawahiri, er dripin. Sambært Joe Biden átti Ayman al-Zawahiri ein týðandi leiklut, tá ið yvirgangsatsóknini tann 11. september í 2001 vóru fyrireikað

Á vinstru síðu situr Osama bin Laden, ið var leiðari í al-Qaeda fram til 2011. Høgrumegin sæst Ayman al-Zawahiri, sum gjørdist leiðari, eftir at Osama bin Laden var dripin av amerikanarum. Hildið verður at myndin er frá 2001. (Mynd: EPA).
Kristian Waag Dam
2. august 2022 kl. 10:00

Amerikanski forsetin, Joe Biden, boðaði í nátt frá, at leiðarin av islamistiska yvirgangsbólkinum al-Qaeda, Ayman al-Zawahiri, var dripin undir einum álopið um vikuskiftið í Afghanska høvuðsstaðnum, Kabul. Álopið fór fram sunnumorgun klokkan 6:00 lokala tíð, skrivar Reuters.

Áðrenn Biden boðaði frá deyðanum hjá Ayman al-Zawahiri, skrivaðu fleiri tíðindastovur, ið høvdu dulnevndar keldur, at CIA (amerikanska fregnartænastan) um vikuskiftið høvdu framt eitt væleydnað álop við einari dronu móti einum “týdningarmiklum al-Qaeda-málið” í Kabul.

Ein talsmaður hjá Taliban-rørsluni, sum situr við valdið í Afghanistan í løtuni, váttar fyri Reuters, at ein bústaður í Kabul var útsettur fyri einum dronuálopið um vikuskiftið.

Taliban fordømir atsóknina og sigur hana vera brot á altjóða meginreglur.

Leiðarin í yvirgangsbólkinum stóð á eini balkong í sínum loyniliga bústaði, tá ein amerikonsk drona leyp á hann og drap hann, skrivar BBC. Sambært amerikanska forsetanum, so kom ongin av familjulimunum hjá Ayman al-Zawahiri til skaða, ei heldur ongin sivil vóru skødd.

Skrivað verður um egyptarin Ayman al-Zawahiri, at hann í fleiri ár var høgra hondin hjá fyrrverandi leiðaranum í al-Qaeda, Osama bin Laden, sum stóð á odda fyri yvirgangsálopini á World Trade Center tann 11. septembur í 2001. Sambært Joe Biden, átti Ayman al-Zawahiri ein týðandi leiklut, tá ið yvirgangsatsóknini 11. september í 2001 vóru fyrireikað.

Osama bin Laden var dripin av amerikanarum í 2011 í Pakistan, eftir deyða hansara var Ayman al Zawahiri kosin at vera leiðari í al-Qaeda.