Amerikanskur kjarnorkukavbátur vitjaði í Nólsoyarfirði

Hann kom, skifti part av manningini og fór so avstað aftur, USS Indiana-kjarnorkukavbáturin, sum vitjaði í Nólsoyarfirði eina løtu seinnapartin. Her er eitt sindur av upplýsingum um kavbátin

USS Indiana í Nólsoyarfirði. (Mynd: Helgi Arntórsson)
Sigurjón Einarsson
5. mai 2022 kl. 15:54

Amerikanski kjarnorkukavbáturin USS Indiana gjørdi skjótt av, nú hann kom siglandi gjøgnum Nólsoyarfjørð tíðliga seinnapartin.

Hann lá stillur eina løtu, meðan nakrar mans fóru umborð og nakrir mans fóru av kavbátinum og niður í gummibátin, ið hevði siglt út til kjarnorkukavbátin.

– Kavbáturin skuldi skifta part av manningini og fáar onkrar smáar tænastuveitingar her í Føroyum, men hann steðgar einki her. Eg haldi, at hann er longu á veg avstað aftur, sigur deildarleiðarin á uttanríkistænastuni, Gunnar Holm-Jacobsen.

USS Indiana (SSN-789) er ein kjarnorkubátur hjá amerikanska herflotanum av slagnum Virginia-class attack submarine, ið ber navnið eftir amerikanska statinum av sama navni.

Kavbáturin er tann 16. í hesum klassanum. Kjølurin varð strektur í mai 2015 og hann varð sjósettur tann 9. juni í 2017 og byrjaði í tænastu 29. september í 2018.

(Soleiðis síggja periskopini út í dag, ið verða stýrd við einum Xbox-kontrollara)

Tað serliga við hesum kavbáti er, at hann hevur ein Xbox kontrollara til at stýra framkomna periskopinum. Í mastrini er eitt framkomið kamera, ið ger tað møguligt at kanna yvirflatuna, hóast kavbáturin er kavstoyttur.

Sambært miðlinum, militarynews.com, so eru tey flestu av manningini umborð uppvaksin við at spæla videospøl, og eru tí intuitivt før fyri at handfara periskopið – heldur enn at brúka siðbundnu hydraulisku súluna, sum vit eitt nú kenna frá kendum krígsfilmum. Hetta hevur við sær, at tað er meira pláss í eftirlitsrúminum í kavbátinum og fleiri fólk kunnu fylgja við á skíggjanum, hvat myndatólið vísir.

USS Indiana er 114,9 metrar langur og 10,3 metrar breiður. Hann siglir 25 sjómíl um tíman og kann kava 240 metrar niður. Manningin telur 134 fólk og skuldi tað verið neyðugt, so kann kjarnorkukavbátuin sigla í 33 ár uttan steðg.

(Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)