Andstøðan skilur ikki framferðina - men samgongan sigur, at tað er neyðugt

Hesi seinastu átta árini eru útreiðslurnar hækkaðar 92 milliónir

Áki Bertholdsen
29. november 2024 kl. 23:05

Tað er framvegis grundleggjandi ósemja ímillum samgonguna og andstøðuna um eitt rættiliga umstrítt mál, Landsstýrið hevur lagt fyri Løgtingið.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at herða treytirnar fyri at koma í eitt tillagað starv, har fólk við skerdum førleikum arbeiða so nógv tey orka, men at Almannaverkið so rindar restina so at tey koma upp á eina løn.

Higartil hevur treytin fyri at fáa eitt tillagað starv, er, at arbeiðsførið skal vera skert minst 33 prosent, men eftir nýggju lógini skal arbeiðsførið verða skert 50 prosent fyri at koma í skipanina.

Samstundis er aldursmark sett á, so at tey, sum lúka treytirnar fyri at fáa framskundaða fólkapensjón, kunnu ikki koma í hesa skipanina. Ta aldursmarkið er 64 ár.

Tað er stór ósemja ímillum samgonguna og andstøðuna um hetta málið. og nú málið er umrøtt í Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum, er sjógvarnir ikki slætnaðir.

Tey í andstøðuni skilja ikki framferðina hjá landsstýrinum.

 – Sagt verður, at uppskotið fer at spara landskassanum tvær milliónir, tí at nøkur fólk ikki sleppa inn í skipanina.

– Samstundis verður sagt, at tey, sum ikki koma inn í hesa skipanina, mugu loftast í øðrum almennum skipanum, eitt nú kunnu tey fáa fyritíðarpensjón ella í framskundaða fólkapensjón.

– Tað verður ikki sagt, hvat hetta fer at kosta landskassanum og ein meting sigur, at allarhelst fer hetta at verða dýrari fyri landskassan.

– Skipanin við arbeiðsfremjandi tiltøkum roynir at hava fólk við skerdum førleika á arbeiðsmarknaðinum í so stóran mun sum tilber. At skerja møguleikarnar hjá teimum tykist tí løgið og ógrundað, siga tey.
Tey vísa eisini á, hvussu stóran týdning tað hevur fyri fólk at hava samband við onnur.

– At taka hendan møguleikan burtur er tyngjandi fyri tey, siga tey í andstøðuni.

Men tey í samgonguni taka framvegis undir við uppskotinum.

Tey staðfesta, at skipanin við tillagaðum størvum er ein góð skipan og at tað er neyðugt at framtíðartryggja hana, so føroyingar, eisini í framtíðini skulu kunnu gerast partur av skipanini.

– Útreiðslurnar til tillagað starv eru tó øktar nógv seinnu árini og í eini roynd at tálma almenna útreiðsluvøksturin - og soleiðis framtíðartryggja skipanina - er neyðugt at tátta í, siga tey.

Tey vísa á, at síðani 2017 eru útreiðslurnar øktar umleið 92 milliónir sum svarar 13 milliónir í miðal um árið.

– Ein máti at minka um hendan útreiðsluvøkstur er at herða treytirnar fyri at gerast partur av skipanini.

– Við hesi broytingini fer játtanin framvegis at vaksa, men ikki líka nógv sum higartil. Orsøkin til, at játtanin hækkar á hvørjum ári, er, at hon hon fylgir vanligu lønarhækkingunum, og eftirlønargjaldið hækkar eitt prosent eitt prosent hvørt ár fram til 2026.

Við hesum uppskotinum verður sparingin fyri landskassan mett at verða tvær milliónir næsta ár og seks milliónir í 2026.

Hóast tey taka undir við hesum, harmast tey um, at broytingar verða gjørdar í sosialum skipanum fyri at spara á fíggjarlógini.

Tí halda tey, at tað er neyðugt at endurskoða sosialar skipanir við jøvnum millumbili tí at tørvurin hjá bæði arbeiðsgevarum og arbeiðstakarum, broytist.

Sostatt heita tey á landsstýriskvinnuna í almannamálum um at eftirmeta skipanina saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, og at kanna, hvørjar tillagingar eiga at verða gjørdar fyri at framtíðartryggja skipanina.