Annar av hesum skal loysa Boris Johnson av

Tað er nú vorið greitt, hvørjir finalistarnir eru í stríðnum um at loysa Boris Johnson av sum forsætisráðharra og leiðara í konservativa flokkinum.

Her luttaka Rishi Sunak og Liz Truss til sjónvarpskjakk tann 17. juli. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
21. juli 2022 kl. 11:49

Tað er nú vorið greitt, hvørjir finalistarnir eru í stríðnum um at loysa Boris Johnson av sum forsætisráðharra og leiðara í konservativa flokkinum. Tey bæði, ið nú skulu dystast um valdið, eru Rishi Sunak og Liz Truss.

Hetta var avgjørt í gjár, tá atkvøtt var innanhýsis í Konservativa flokkinum um, hvør skal leiða flokkin framyvir. Umboðini, ið atkvøtt var um, vóru Liz Truss, Penny Mordaunts og Rishi Sunak. Sostatt var greitt frammanundan valinum, at í øllum førum ein kvinna fór at vera vald.

Samanlagt fekk Liz Truss 113 atkvøður, meðan Rishi Sunak fekk 137 atkvøður. Penny Mordaunt fekk einans 105 atkvøður og slapp tískil ikki víðari. Endaliga valið verður sostatt millum Rishi Sunak og Liz Truss.

Frammanundan var Rishi Sunak greiður favorittur. Tann 42 ára gamli fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin, hevur leingi verið sæddur sum ein av teimum mest lovandi politikkarunum í Konservativa flokkinum. Hetta hóast hann ikki hevur drúgvar royndir í politikki. Tann fyrrverandi bankamaðurin, hevur bert siti í bretska tinghúsinum síðani 2015, men higartil hevur hann megnað at fingið flest atkvøður til øll atkvøðuumførini, ið higartil hava verið, í samband við formannsvalið í flokkinum.

Samanborið við Rishi Sunak, so var Liz Truss ongin favorittur, ístaðin væntaðu fleiri at Penny Mordaunt fór at verða tann, ið skuldi bjóða Rishi Sunak av. Men soleiðis bleiv ikki, tí Liz Truss vann á málstrikuni. Tann 46 ára gamla Liz Truss, hevur havt fleiri ráðharrasessir ígjøgnum árini, millum annað uttanríkisráðharri. Í 2010 var hon fyrstu ferð vald inn í bretska tinghúsi, síðani tá hevur hon verið partur av fleiri stjórnum, millum annað við David Cameron og Theresa May á odda.

Hóast tað higartil hevur gingið sum væntað hjá Rishi Sunak, so er tað als ikki vist, hvussu leikur fer at fara fram til endaliga valið. Sambært veljarakanningum hjá Daily Express og YouGov, so verður tað Liz Truss, ið fer at gerast stóri sigurharrin til komandi formannsvalið.

Hvørt tað verður Rishi Sunak ella Liz Truss, ið verður nýggi leiðarin í Konservativa flokkinum, verður avgjørt tann 5. septembur.