Annika komin upp at hanga

Sigrun Gunnarsdóttir hevur málað málningin av Anniku Olsen sum borgarstjóra

(Mynd: Facebook vangin hjá Anniku Olsen)
Ragnar Sjúrðarson
20. januar 2023 kl. 18:44

Nú er Annika Olsen komin upp at hanga í býráðssalinum saman við hinum borgarstjórunum.

Ein spurvur hómast undan vinstra herðablaði á myndina. Annika skrivar á Facebook, at spurvurin symboliserar “at tað fer alt at ganga og at ein meining er við øllum”.

Ein lilja er høgrumegin økslina, og tað skriva hon symboliserar Vón.

Annika Olsen sat sum borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu fyri Fólkaflokkin frá 2016 til 2020.