Antivaxxari gjørdi gjøldur við koronufarsóttini: Nú er hann deyður við koronu

Ein amerikumaður hevði sett sær fyri at stríðast móti øllum avmarkingum, sum koronafarsóttin hevur ført við sær. Hetta gjørdi hann millum annað við at gera gjøldur við koronu og koppsetingini. Nú er hann deyður við koronu

Sigurjón Einarsson
26. juli 2021 kl. 17:43

Hann gjørdi gjøldur við koronu, men nú er 34-ára gamli Stephen Harmon úr USA deyður við koronu, meðan hann var innlagdur til sjúkraviðgerð á The Corona Regional Medical Center i Los Angeles, skriva millum annað BBC og CBS.

Áðrenn hann varð innlagdur til sjúkraviðgerð, hevði hann gjørt gjøldur við farsóttini og koppsetingini við at gera sokallaðar memes (myndir og video, ið ofta hava ein skemtingarsaman vinkul, red.) og segði eisini, at hann setti sítt álit á Bíbliuna, heldur enn á leiðandi koronuserfrøðingin í USA, Anthony Fauci.

Í juni skrivaði hann millum annað á Twitter: “I got 99 problems, but a vax ain´t one” við íblástri frá einum sangi hjá rapparanum Jay-Z.

Stutt eftir bleiv hann smittaður við koronu, og var í tí sambandi noyddur at fáa viðgerð fyri koronu. Hóast hann fekk eitt andingartól, so versnaði hansara heilsustøða so við og við.

– Eg veit ikki, nær eg vakni aftur. Biðið fyri mær, vóru seinastu twitterboðini frá Stephen Harmon til sínar 7.000 fylgjarar.

Nú er hann deyður við koronu.

Hóast 34-ára amerikumaðurin hevði fingið koronu, so vildi hann enn ikki koppsetast fyri koronu, tí hann helt, at hansara trúgv fór at verja hann móti koronuvirusinum.

Tríggjar dagar áðrenn hann doyði, skrivaði Stephen Harmon eisini á Twitter, at “um tú ikki hevur trúnna, at Guð kann grøða teg, ístaðin fyri hetta dumma andingartóli, so halt teg burtur frá hesi intensivu deild. Her er ikki rúm fyri ótta og manglandi trúgv!”

CBS hevur hetta tíðindainnslagið um hendingina: