Apupokur er staðfest í Íslandi

Tveir tilburðir av apupokum eru staðfestir í Íslandi. Talan er um tveir menn, sum báðir fyri stuttum hava ferðast í Evropa. Hvørgin av monnunum er álvarsliga sjúkur

Kristian Waag Dam
9. juni 2022 kl. 15:40

Tveir tilburðir av apupokum eru staðfestir í Íslandi. Hetta er mestsum sikkurt og vist, tó eru kanningarnar sendar yvirum hav, fyri at fáa hetta endaliga staðfest.

Talan er um tveir menn, sum báðir fyri stuttum hava ferðast í Evropa. Hvørgin av monnunum er álvarsliga sjúkur.

Íslendski læknin og høvuðsepidemilogurin hjá íslendska heilsustýrinum,  Þórólfur Guðnason, sigur við íslendska Kringvarpið, at hann væntar at fleiri tilburðir vera staðfestir teir næstu dagarnar. Í Íslandi hevur man leingi væntað, at virusið fór at koma til landið innan stutta tíð. Þórólfur Guðnason hevur verið høvuðsepidemilogur í íslendska heilsustýrinum síðani 2015.

Apupokurnar eru ein zoonotisk virus, sum merkir, at hon hevur uppruna í djórum – í hesum førinum apum. Hjá teimum flestu elvir virusin til fepur og eitt eyðkent útbrot á húðina, sum vanliga lekir eftir o.u. fýra vikur.

Ert tú smittaður við apupokum, so kanst vera smittandi í tríggjar vikur. Sambært íslendskum myndugleikum, skal tann smittaði í sóttarhald. Virusið smittar við tøttum og nógvum kropsligum sambandið, og ígjøgnum smáum dropum frá andaleiðini. Haraftrat kann virusið eisini smittað við at vera á klæðum, handklæðum og seingjarklæðum.

Apupokur verður vanliga bert staðfest í Afrika og sæst sjáldan Í Evropa, tískil vekir tað ans nú smittan sæst kring alt Evropa.