Apupokur í umferð

WHO rópar varskó, nú meir enn 100 fólk í Evropa eru smittað við apupokum.

Trygvi Danielsen
22. mai 2022 kl. 12:30

Í Belgia, Fraklandi, Týsklandi, Italia, Portugal, Spania og Onglandi eru meir enn 100 fólk smittað við apupokum, sum eisini eru í umferð í USA, Kanada og Australia.

Apupokurnar eru ein zoonotisk virus, sum merkir, at hon upprunar í djórum – í hesum førinum apum. Hjá teimum flestu elvir virusin til fepur og eitt eyðkent útbrot á húðina, sum vanliga lekir eftir o.u. fýra vikur. Apupokur eru vanligar í pørtum av Afrika, men nú hevur sjúkan spreitt seg breidri, enn hon plagar, og tað vekir órógv hjá World Health Organization, sum heldur kreppufund um málið.

Týskland boðar frá, at hetta er størsta útbrotið av apupokum í søgu landsins, men vísindafólk vænta ikki, at hetta fer at menna seg til eina farsótt eins og COVID-19, tí at henda virusin spreiðir seg ikki so lættliga sum SARS-COV-2.

Tað finst í løtum eingin koppseting móti apupokum, men koppingin móti koppum, t.e. variola major, er upp til 85% árinarmikil á hesum økinum, sambært WHO.

Kelda:

https://www.jpost.com/health-and-wellness/article-707280
https://www.cdc.gov/poxvirus/monkeypox/clinicians/smallpox-vaccine.html#:~:text=pre-event%20setting.-,Vaccine%20Effectiveness,85%25%20effective%20in%20preventing%20monkeypox.

Leys Størv