Arbeiðararnir mugu geva tol

Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hava enn einaferð longt sáttmálarnar til á midnátt í kvøld, hóskvøldið 5. mai.

Mynd: Unsplash
Kristian Waag Dam
5. mai 2022 kl. 12:30

Samráðingarnar millum Føroya arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini halda á fram í dag.

Fyrsti samráðingarfundur millum Føroya arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini var 7. apríl, men enn er ongin sáttmáli spurdur burturúr. Sáttmálakrøvini vóru latin longu hálvan mars.

Sáttmálin gekk út 1. mai, men Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hava enn einaferð longt sáttmálarnar til á midnátt í kvøld, hóskvøldið 5. mai.

Hetta er aðru ferð, at sáttmálin verður longdur. Sáttmálin, ið gekk út 1. mai, var í fyrstu atløgu longdur til 2. mai á midnátt.