Arbeiðir við ætlanum at stovna sín egna flokk

Gongst sum ætlað, so kemur ein politiskur flokkur afturat í Danmark. Inger Støjberg, fyrrverandi útlendingamálaráðharrakvinna, arbeiðir við ætlanum at stovna sín egna flokk

Sigurjón Einarsson
8. januar 2022 kl. 15:53

Danski Fólkaflokkurin hevur leingi fríggjað til Inger Støjberg, men nú er líkt til, at tað hevur alt verið til fánýtis, tí fyrrverandi útlendingamálaráðharrakvinnan arbeiðir nú við ætlanum at stovna sín egna flokk.

Tað skrivar Ekstrablaðið

Støjberg var fyrrverandi ráðharrakvinna í seinastu stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen og næstforkvinna í danska Vinstraflokkinum.

Fyri umleið einum mánað síðan var hon dømd 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing, fyri at hava brotið lógina um ráharraábyrgd, tá hon sum útlendingaráðharrakvinna gav boð um at skilja flóttafólk, sum vóru pør, sundur, tí annar parturin var yngri enn 18 ár.

Tað fekk ta avleiðing, at Fólkatingið atkøddi um at koyra hana úr Fólkatinginum, tá so at siga allir flokkar í Fólkaflokkinum hildu hana vera óverduga at sita í danska tinginum.

Síðan tá hava fleiri gitingar verið, at Inger Støjberg fór at lima seg inn í Danska Fólkaflokkin (DF), har hon so fór at stilla upp til formansvalið í flokkinum. Núverandi formaður í DF, Kristian Thulesen Dahl, kunngjørdi eftir kommunuvalið, at hann var sinnaður at lata formanssessin frá sær.

Og í gjár gjørdist greitt, at Inger Støjberg ikki hevur ætlanir at gerast næsti formaður í DF, tá freistin at stilla valevni upp til flokkin gekk út. Einastu “kendu” valevni á listanum eru Morten Messerschmidt, sum eisini hevur eina sak, ið bíðar í rættinum, og Martin Henriksen, sum sjálvur hevur verið í opnum kríggi við flokkin og serliga Pia Kjærsgaard.

Ekstrablaðið skrivar frá sínum keldum, at Inger Støjberg heldur arbeiðir við ætlanum at stovna sín egna flokk.

Fimm flokkar eru longu í mið og høgra vonginum í donskum politikki, og skulu vit trúgva Ekstrablaðnum, so arbeiðir nú fyrrverandi ovasta leiðslan í Vinstraflokkinum, Lars Løkke Rasmussen og Inger Støjberg, við ætlanum at stovna hvør sín flokk.

Greitt er, at flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen, Moderaterne, longu hevur savnað nóg mikið av undirskriftum til Fólkatingsvalið í Danmark, ið skal vera í seinasta lagið á sumri í 2023.