Arbeiðsloysið kvinkar upp eftir - men tað er lítið

Í novembur vóru 264 fólk arbeiðsleys fólk í Føroyum

Áki Bertholdsen
8. januar 2025 kl. 09:33

Í novembur í fjør var arbeiðsloysið í Føroyum 0,9 prosent. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Sostatt er arbeiðsloysið kvinkað upp eftir síðani í novembur í fjør, men tað er lítið, tí tá var tað 0,8 prosent.                                                        

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, og eru til taks á arbeiðsmarknaðimum - og sum leita eftir arbeiði.

Hetta merkir, at í november vóru 264 fólk í Føroyum arbeiðsleys. Sama mánað í fjør vóru 249 fólk arbeiðsleys.

Ein arbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin, ella fulltíðararbeiðsleysur. Tað merkir, at eru tveir persónar arbeiðsleysir ein hálvan mánað hvør, telja teir fyri ein arbeiðsleysan í hagtølunum.

Sostatt kann talið á fólki, sum ganga fyri einki, verða størri enn talið, sum er nevnt í uppgerðini. Og í november vóru 310 fólk arbeiðsleys, sum eru ellivu fólk fleiri enn í novembur í fjør. 

Men uppgerðin hjá Hagstovuni vísir eisini, at arbeiðsloysið hjá kvinnum er minkað - og hjá monnum er tað kvinkað uppeftir.

Í november vóru 94 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur, sum svarar til eitt arbeiðsloysi upp á 0,7 prosent. Fyri einum ári síðani var tað 0,8 prosent.

Hjá monnum var arbeiðsloysið eitt prosent í novembur og fyri einum ári síðani var tað 0,9 prosent.

Tað svarar til, at 170 menn vóru arbeiðsleysir í novembur.