Arctic Prime Fisheries nú skuldsett fyri ovurveiðu

Grønlendska fiskiveiðueftirlitið meldaði fyri einum ári síðani Arctic Prime Fisheries til politiið fyri at hava fiskað ov nógvan tosk. Felagið við føroyskum stjóra er nú skuldsett í málinum.

Katrin Erlendsdóttir
12. apríl 2022 kl. 12:25

Suðurgrønlendska reiðaríið Arctic Prime Fisheries kann verða ákært í einum álvarsligum máli um ovurveiðu av toski. Fyribils er reiðaríið skuldsett í málinum. Soleiðis skrivaði grønlendska avísin Sermitsiaq um vikuskiftið.

Grønlendska politiið váttar fyri avísini, at reiðaríið er skuldsett fyri at hava brotið fiskiveiðulóggávuna. Politiið hevur reiðaríið undir illgruna fyri at hava brotið grein 21 í landstingslóg nummar 18 um fiskiveiðu. Hetta snýr seg um ovurveiðu, og at reiðaríið ikki skal hava hildið seg til kvotu sína. Ella sagt við øðrum orðum, at Arctic Prime Fisheries skal hava fiskað ov nógv. Tað er hetta, skuldsetingin snýr seg um, sigur ákærufulltrúðin.

Í Artic Prime Fishieries eru vit ikki samd við tí, sum vit eru skuldsett fyri, sigur føroyski stjórin í felagnum, Hentzar Petersen, við Sermitziaq.