Ári fer ikki til Litava kortini

Ári Mohr Jónsson, sum varð kosin til at fara við landsliðinum til UEFA Nations League dyst í Litava hósdagin, verður ikki við í flogfarinum til Vilnius í kvøld. Ístaðin fer liðfelagin, Daniel Johansen.

Mynd: Hans Erik Danielsen.
Rannvá Næs Hoydal
18. september 2022 kl. 18:00

HB-leikarin, Ári Mohr Jónsson, sum varð kosin til at fara við landsliðinum til UEFA Nations League dyst í Litava hósdagin, verður ikki við í flogfarinum til Vilnius í kvøld. Ári hevur fingið ein skaða, sum ger, at tað var mett rættari at Daniel Johansen varð sendur í hansara stað.

Dysturin ímillum Føroyar og Litava verður hósdagin kl 19:45, føroyska tíð. Sunnudagin tekur Føroyar ímóti Turkalandi á Tórsvølli kl. 19:45.

Føroyar eru næst aftastar í sínum UEFA bólki, við 4 stigum, ímeðan Litava – tey næstu, sum Føroyar skulu spæla ímóti – enn hava 0 stig. Turkaland liggur á odda í bólkinum, við 12 stigum.