Arkitektakapping um tjóðleikhús á Eystaru Bryggju sett í gongd

Arkitektakapping millum tey undangóðkendu arkitektavirkini um tjóðleikhús er nú byrjað

(Mynd: Uttanríkis- og mentamálaráðið)
Sigurjón Einarsson
17. mai 2022 kl. 15:55

Tjóðleikhús føroyinga er nú komið eitt stig nærri.

Uttanríkis- og mentamálaráðið og Landsverk bjóða nú til arkitektakapping fyri tey undangóðkendu arkitektavirkini til at gera uppskot til eitt nýtt tjóðleikhús á Eystara Bryggju í Havn.

- Eitt tjóðleikhús hevur stóran mentanarligan týdning fyri okkara samfelag og skal vera á høgum byggilistarligum støði, og bjóða bestu karmar fyri leik- og pallist á hægsta stigi, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið á heimasíðu sínari.

Heimasíðan skrivar, at verandi umstøður hjá Tjóðpalli Føroyar ikki eru nøktandi, og ynski hevur tí leingi verið um at fáa eitt tíðarhóskandi tjóðleikhús.

- Ynskið er tí at finna fram til bestu loysnina, sum lýsir snið, bygnað, ætlan, staðseting, atkomu, kostnað, hvussu bygningurin er skipaður, og hvussu hann háttar sær í sambandi við nærumhvørvið, skrivar heimasíðan.

Grundarlagið fyri hesari arkitektakappingini er kappingin um staðseting av Tjóðleikhúsinum, sum hildin varð á vári 2021, við tillagingum í mun til heildarætlanin fyri Eystara Havnarøki, ið Tórshavnar kommuna síðan gjørdi við íblástri úr hugskotskapping, sum varð hildin á heysti 2021.

Heimasíðan hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum sigur, at kappingaruppskotini skulu vera inni 25. august 2022. Miðað verður ímóti, at dømingin verður liðug tann 5. september 2022.

Undangóðkendu toymini, sum luttaka eru:

  • Kontrast

  • Henning Larsen North Atlantic

  • MAP Arkitektar

  • SNA

  • Zeta Arkitektar/Brim Arkitektar