Árni Frederiksberg bláur til og við 2024

KÍ-heimasíðan boðar frá, at felagið hevur longt núverandi sáttmála hjá Árna Frederiksberg við tveimum árum

Sigurjón Einarsson
21. september 2021 kl. 18:17

Árni Frederiksberg, sum kom til KÍ í vár, og sum hevur verið ein av teimum mest eyðsýndu í bestu mansdeildini, hevur nú longt samstarvið við KÍ. Partarnir eru blivnir samdir um at leingja samstarvið fram til kappingarenda í 2024.

-  Í Árna Frederiksberg hava vit komandi árini tryggja okkum ein nærlagdan og sera ágrýtnan leikara.  Higartil í ár hevur hann serliga ofta verið við í teimum mongu málunum, sum viðleikararnir hava sett í kassan, skrivar felagið á heimasíðu sínari.

-  Vit í KÍ leiðsluni fegnast um samstarvið og ynskja Árna bestu eydnu komandi árini.

29 ára gamli leikarin úr Saltangará hevur í 22 dystum í ár lagt upp til 24 mál og hevur skorað sjey mál. 

Árni Frederiksberg fekk sín fótbóltsuppvøkstur í NSÍ, har hann leikti frá 2009 til 2018. Í 2019 og 2020 leikti hann við B36, áðrenn hann fór norður til Klaksvíkar undan hesum kappingarárinum.