Arsenal kann skriva Premier League søgu í dag

Tað er sannlíkt, at Premier League søga verður skrivað tá Arsenal vitjar í Liverpool fyri at spæla í móti Everton í dag

Ragnar Sjúrðarson
4. februar 2023 kl. 11:58

Onki felag í fremstu ensku fótbóltskappingini hevur áður sigrað 100 fer á einum ørðum liðið. Hetta kann broytast í dag.

Vinnur Arsenal á Everton í dag so verða The Gunners fyrsta liðið í Premier League, sum hevur vunnið á sama mótstøðuliði 100 ferð.

Undan dystinum hava liðini spælt 202 ferðir í móti hvørjum ørðum. Arsenal hevur vunnið 99 dystir, 43 ferðir er dysturin endaður við javnleiki og Everton hevur vunnið 60 dystir.

Everton og Arsenal spæla klokkan 12:30.