Tyson Fury úr Onglandi og Oleksandr Usyk úr Ukraina eru í løtuni tveir teir bestu boksararnir í heiminum í tungvekt.
18. mai í ár møttust teir í einum dysti, sum av mongum verður mettur at vera millum bestu boksidystirnar í tungvekt í nógv ár. Undan dystinum hevði hvørgin av teimum tapt ein professionellan dyst. Dysturin vardi allar 12 rundirnar, og dómararnir góvu sigurin til Oleksandr Usyk.
Í kvøld møtast teir aftur í ringinum. Flestu serfrøðingar meta, at Usyk er favorittur at vinna aftur í kvøld, hóast Tyson Fury hevur ein øgiligan fyrimun í bæði hædd og vekt. Usyk er 191 cm høgur og vigar 102 kg, meðan Fury er 206 cm høgur og vigar 127 kg. Favorittleikluturin hjá Usyk er tó als ikki greiður, og sigurin kann væl koppa báðar vegir, og hetta ger, at spenningurin undan dystinum er øgiligur.
Dysturin í kvøld er, eins og tann fyrri, í Riyadh í Saudi Arabia. Akkurát hvat klokkan dysturin byrjar veldst um hvussu langir dystirnir, sum eru áðrenn, vera, men tað verður væntað, at dysturin ímillum Fury og Usyk byrjar umleið klokkan 22 føroyska tíð.
Stóra brakið í kvøld kann stroymast á stroymingtænastuni DAZN.