Ársmet er rættvísari enn fráfaringarroyndir

At taka fráfaringarroyndirnar av merkir ikki, at vit ikki seta týðilig krøv ella hava greiðar væntanir til næmingarnar. Tað merkir bara, at vit hava álit á, at lærarin kennir sínar næmingar og kann geva eina rættari meting av støðuni enn nøkur roynd

skulabladid.fo
28. november 2024 kl. 20:32

Skulu fráfaringarroyndirnar í fólkaskúlanum takast av? Tað mælir danska lærarafelagið til; formaður Føroya Lærarafelags er samdur við danska systurfelagnum, at hetta er skilagott stig.

 

Formaður Føroya Lærarafelags, Jacob Eli S. Olsen, tekur undir við uppskotinum hjá danska lærarafelagnum um at taka allar fráfaringarroyndirnar í øllum lærugreinum í fólkaskúlanum av.

- Eg eri rættiliga samdur við teimum. Kortini haldi eg, at tað er skilagott at halda fast við at hava smærri støðuroyndir, men tað er bara til innanhýsis amboð hjá læraranum fyri at vita, hvar næmingarnir eru fakliga. At taka fráfaringarroyndirnar av merkir ikki, at vit ikki seta týðilig krøv ella hava greiðar væntanir til næmingarnar. Tað merkir bara, at vit hava álit á, at lærarin kennir sínar næmingar og kann geva eina rættari meting av støðuni enn nøkur roynd.

Jacob Eli S. Olsen er sannførdur um, at úrslitið av fráfaringarroyndunum í hádeildini ikki vísir, hvat næmingurin í veruleikanum dugir ella megnar, tí nógvir førleikar, sum næmingurin hevur, koma als ikki til sjóndar í fráfaringarroyndunum. Ársmetið er ein nógv betri og rættvísari háttur at vísa, hvat næmingurin í roynd og veru dugir, tí ársmetið er ein heildarmeting av fakligu støðuni og arbeiðslagnum hjá næminginum, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Tá ið vit gera eina meting av næminginum við orðum heldur enn við karakterum, kunnu vit taka onnur viðurskifti við, so sum røkiskap, arbeiðslag, úthaldni og annað aftur at ítøkiligu fakligu støðuni. Hetta er alt grundleggjandi førleikar, sum næmingarnir hava tørv á at menna í fólkaskúlanum og sum hava týdning fyri at klára seg í samfelagnum. Við fráfaringarroyndini er nógv upp á spæl hjá næminginum, sum upp á 20 minuttir ella so skal avrika og prógva, hvat hann dugir eftir 9 ár í skúlanum, og úrslitið frá próvtøkuni er mangan ikki rætta myndin av støðuni, tí næmingurin kann vera heppin ella óheppin. Hann skal avrika undir trýsti, og tað er kanska tann førleikin, sum fyrst og fremst verður testaður til próvtøkuna. Verður tað soleiðis, at fráfaringarroyndirnar verða avtiknar ella fækkaðar, og vit í størri mun fara at brúka ársmetið, so eiga vit at gera greiðari leiðreglur og vegleiðingar til lærararnar, tá ið vit meta um førleikarnar hjá næmingunum.

Fráfaringarroyndirnar byrja vanliga við skrivligum royndum í mai, síðan fyrireikingardøgum til munnligu royndirnar og at enda eru sjálvar munnligu royndirnar í juni. Eitt drúgt tíðarskeið, sum kundi verið brúkt nógv skilabetri, heldur formaður Føroya Lærarafelags.

- Næmingarnir brúka nógva tíð og orku at vísa lærarunum og próvdómaranum ymiskt, tá ið teir fara upp í fráfaringarroynd, sum í stóra samanhanginum lítlan og ongan týdning hevur. Hetta er tíðarspill. Spurningurin er, hví skúlaskipanin skal brúka so nógva tíð upp á hetta, tá ið tíðin kann verða brúkt so nógv skilabetri. Vilja lærarar vita betur, hvat einstaki næmingurin dugir, so kann lærarin gera smærri innanhýsis støðuroyndir at eftirmeta fakliga støðið og arbeiðslagið hjá næminginum. Sleppa vit fráfaringarroyndunum, so ber til at hava smáar støðuroyndir í undirvísingini, har næmingurin kann vísa síni evni og lærarin á tann hátt fær betri innlit í evnini hjá næmingunum. Tí haldi eg, sum danska lærarafelagið mælir til, at vit eiga at skera munandi av fráfaringarroyndunum, og kanska bara skulu halda fast við fráfaringarroyndirnar í móðurmálinum og støddfrøði.

Um útlit eru fyri, at politiska skipanin í Føroyum vil av við fráfaringarroyndirnar, er eitt sindur ringt at siga. Hyggja vit út um landoddarnar, so hava fleiri av Norðurlondunum ikki fráfaringarroyndir.

- Í Íslandi, Svøríki og Finnlandi hava tey færri royndir enn vit; í Noregi hava tey nakrar fáar royndir. Vit hava fráfaringarroyndirnar, tí vit hava siðvenju at hava tær – og ikki tí, at tað er prógvað, at vit klára okkum betur sum samfelag við at hava tær. Vit eru á einum vegamóti, tá ið talan er um at gera broytingar og tillagingar í fólkaskúlanum, onkursvegna hanga allar broytingarnar saman. Kjakið um at avtaka fráfaringarroyndir í Føroyum er ikki frammarlaga beint nú. Tó haldi eg, at vit eiga at seta hol á kjakið; undir øllum umstøðum eiga vit at hyggja at, hvat tey gera aðrastaðni og at gera tillagingar hjá okkum. Vitlíki noyðir okkum eisini at endurskoða alt, sum hevur við próvtøkur at gera, so um vit vilja tað ella ei mugu broytingar gerast.

At avtaka royndir og próvtøkur merkir ikki, at vit missa tamarhaldið í skúlanum. Formaður Føroya Lærarafelags heldur, at vit skulu venda hesum og heldur hugsa, at vit vísa læraranum álit.

- Vit kunnu gott fara frá fráfaringarroyndunum og lata tað upp til læraranum at eftirmeta fakligu støðuna hjá næminginum. Tað krevur, at vit hava álit á læraranum, og tað haldi eg, at vit væl kunnu hava. Vit hava dugnaligar lærarar; til dømis hava tey, sum fara á læraraskúla, sera góð prógv og eru á hvørjum ári millum best skikkaðu umsøkjararnar á Setrinum.