
Ársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa í fjør var 2,5 milliónir krónur fyri skatt, og hetta er áleið tað sama sum árið fyri, tá ársúrslitið var 2,6 milliónir krónur.
Suðuroyar Sparikassi sigur, at grundraksturin øktist úr 3,7 milliónum krónum upp í 5,8 milliónir krónur í fjør, og hetta er ein øking á 57 prosent.
Útlánini hækkaðu við 5 prosentum í fjør, innlánini hækkaðu við 1,3 prosenti, og realkredittfíggingin vaks við 36 prosentum. Í dag eru 25 prosent av øllum 1. veðrættum fíggjaðir við realkreditt, og hetta talið var fyri fýra árum síðani null, sigur sparikassin.
Um gongdina hjá Suðuroyar Sparikassa, sigur sparikassin soleiðis:
- Suðuroyar Sparikassin er á rættari leið. Solvensurin øktist úr 22,2 % upp í 22,3 %. Vit eru enn í holtur
við at bjálva okkum til at liva upp til hørðu kapitalkrøvini í 2025. Í 2025 er – í dag kenda - lógarkravið
til samlaða solvensin hjá Suðuroyar Sparikassa 20,7 %, og tí livir Suðuroyar Sparikassi longu nú upp
til lógarkravið fyri solvensin í 2025. Afturat hesum kemur eitt ætlað fríholt á 4,3 % stig, soleiðis at
solvensmálið hjá Suðuroyar Sparikassa í 2025 er 25,0 %. Hesum máli metir Suðuroyar Sparikassi seg
røkka við vanliga rakstrinum.
- Seinastu tíðina er rentan á realkredittlánum hækkað munandi og enn er ov tíðliga at síggja
avleiðingarnar av hesum. Hækkandi rentustøðið bar við sær eitt kurstap á 1,5 mill kr í 2022,
samanborið við ein vinning á 245 tkr. í 2021. Altjóða rentan sveiggjar sera nógv bæði upp og niður
orsakað av høgu inflasjónini, og tí miðbankarnir nýta rentuna sum vápn í stríðnum móti inflasjónini.
Hetta ger tað trupult at meta um kursreguleringina í 2023. Suðuroyar Sparikassi væntar, at úrslitið fyri
2023 verður positivt við á leið 3,0 – 3,8 mió. fyri skatt.