Articon eigur lægsta tilboðið

Fimm tilboð komu inn at byggja røktarheim á Stórubrekku í Hoyvík

torshavn.fo
2. februar 2025 kl. 21:46

Articon eigur lægsta tilboðið at byggja nýtt Røktarheim í Hoyvík.

Klokkan 13 fríggjadagin 31. januar, tá ið freistin at bjóða var farin, vóru fimm tilboð komin inn.

Tilboðið snýr seg um at byggja nýtt røktarheim á Stórubrekku og nýggjan atkomuveg.

Stórabrekka er nýggjur býlingur. Økið er eystanfyri fríøkið, sum kallast Dalurin langi, ið gongur frá Hoyvíkshøllini og norðureftir.

Tá ið tilboðini vórðu latin upp, vísti tað seg, at Articon átti lægsta tilboðið.

Tey fimm tilboðini vóru hesi:

 Øll tilboðini eru uttan meirvirðisgjald og uttan fyrivarni.

Tórshavnar kommuna fer nú at viðgera øll innkomnu tilboðini

Talan verður um eitt stórt heim við fleiri minni, samanbygdum húsum í ymsum hæddum og rætningum. Heimið fevnir um 64 búpláss  og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. Harumframt verða 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør, ið verða tær fyrstu av sínum slag her í landinum. Røktarheimið við Stórubrekku verður sostatt eisini størsta røktarheim í kommununi.

Byggingin leggur dent á, at búfólk skulu kenna tað heimligt og trygt, og at umstøðurnar eru róligar við góðum hentleikum. Smá, vard tún og útirúm verða umframt stórkøk, vaskarí og fysio- og ergoterapi.

Tað er ráðgevaratoymið EYA/CUBO, ið vann verkætlanarkappingina um prosjektering og heildarráðgeving av Røktarheiminum á Stórubrekku.  

Røktarheimið verður væntandi liðugt í seinnu helvt av 2027.