Ása Holm er afturvald í Porkeri

Borgarstjórin í Porkeri seinastu fýra árini verður eisini borgarstjóri næstu fýra árini

Jóannes Hansen
27. november 2024 kl. 23:10

Tað verður Ása Holm, sum verður borgarstjóri í Porkeris kommunu næstu fýra árini. Harvið heldur hon fram í sessinum, sum hon var vald í fyri fýra árum síðani.

Á valinum 12. november var ein listi í Porkeri. Í bygdarráðnum eru fimm limir, og á listanum vóru átta at velja ímillum.

Í kvøld valdi nýggja bygdarráðið Ásu Holm at vera borgarstjóri. Á valinum fekk hon 42 atkvøður. Flestar atkvøður fekk Teresa Heradóttir Silvurdal. Hon fekk 57 persónligar atkvøður.

Í kvøld varð Ása Holm vald við fýra atkvøðum, og Teresa Heradóttir Silvurdal var vald at vera varaborgarstjóri.

Fýra fýra árum síðani vóru tað tveir listar á kommunuvalinum í Porkeri. Ta ferðina varð Ása Holm einsamøll vald á lista B, men hon var kortini vald at vera borgarstjóri, og í kvøld varð hon vald at vera borgarstjóri eitt skeið aftrat.

Limirnir í nýggja bygdarráðnum í Porkeri eru, umframt Ásu Holm og Teresu Heradóttir Silvurdal,  Tórur Sørensen, Ása Michela Bech og Eyðun Suni Olsen.