Atlantsflog fær væntandi fíggjarligan styrk

Uppskot um eykajáttan uppá 100 milliónir krónur til Atlantic Airways verður lagt fram fyri Løgtingið í komandi viku. Hetta, so at flogfelagið er til reiðar at byggja virksemið skjótt uppaftur, eftir at korona væntandi sleppur takinum

Sigurjón Einarsson
23. oktober 2020 kl. 13:57

Fíggjarmálaráðharrin skrivaði fyrrapartin undir eitt lógaruppskot um eykajáttan til Atlantsflog og Vága Floghavn.

Flogfelagið hevur biðið um eina eykajáttan á 100 milliónir krónur, og tað er eisini tann upphæddin, ið stendur í uppskotinum um eykajáttan. Hetta verður lagt fram fyri Løgtinginum í næstu viku.

Atlantic Airways hevur heitt á landsstýrið, sum er einasti partaeigari, um at veita felagnum ein fíggjarligan styrk á 100 milliónir krónur, so gjaldførið hjá felagnum verður hildið á einum støði, sum er nøktandi fyri eitt flogfelag.

- Atlantic Airways skal menna virksemið skjótt aftur, tá korona hasar av, og meðan vit bíða, er tað okkara samfelagsskylda at vera ein trygg loftbrúgv til umheimin, sum m.a. eisini umfatar sjúkraflutningin, ið flogførini eru serbygd til, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways í tíðindaskrivi.

Gjaldførið tryggjað

Atlantic Airways hevði eina eginogn á 258 milliónir krónur og 142 milliónir krónur í tøkum peningi, tá korona fór at gera um seg kring heimin. Hóast flogfelagið beinanvegin tók neyðug stig fyri at minka sum mest um afturgongdina, so slepst ikki undan einum fíggjarligum smeiti.

Styrkurin frá landsstýrinum á 100 milliónir krónur er eitt neyðugt átak, sum tryggjar felagnum eina eginogn á 185 milliónir krónur og eitt gjaldføri á 82 milliónir krónur við árslok 2021. Harvið verður solvensurin eisini varðveittur á umleið 30 prosentum, skrivar flogfelagið.

Umframt Atlantic Airways, so er eisini í hyggju at seta pengar í Vága Floghavn. Har varð tosað um eina upphædd uppá 20 milliónir krónur, men í uppskotinum um eykajáttan stendur, at biðið verður um 15 milliónir krónur.

Jørgen Niclasen, landstýrismaður, segði við Kringvarpið í gjár, at hann hevur undirtøku í øllum flokkum fyri hesum uppskotum.