Atlantsflog føðingardag: 35 ár á føroyskum veingjum

Tað var tann 28. mars 1988 klokkan 8.35, at flogfarið hjá Atlantsflog lætti sær úr Vágum og setti kós móti Keypmannahavn á sínum fyrsta túri við ferðafólki, har Keypmannahavnar flogvøllur skipaði fyri móttøku.

Dimma.fo
28. mars 2023 kl. 08:26

Soleiðis skrivaði Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, sum var við til at fyrireika stovnina av Atlantsflog, og sum var fyrsti nevndarformaður felagsins, í grein í Sosialinum, tá Atlantsflog fylti 30 ár, um søguna um føroyaflúgvingina.

Sølan av ferðaseðlum var byrjað 1. mars í 1988. Atlantsflog hevði fingið góðkent eina ferðaætlan at galda frá 28. mars við fráferð úr Vágum klokkan 08.35 og komu til Keypmannahavnar klokkan 11.35. Síðan avstað aftur úr Keypmannahavn klokkan 19.00 til Vágar, har tað setti seg klokkan 20.40.

Í juni, juli og august var eykatúrur settur inn úr Føroyum klokkan 15.00.

Orsøkin til, at flogfarið sambært ætlanina stóð í Keypmannahavn millum 11.35 og 19.00 var, at munnlig avtala var gjørd við SAS um at leiga flogfarið við manning í hesum millumbili.

SAS megnaði tó ikki at halda avtaluna vegna mótstøðu frá teirra manningarfeløgum.

Nevndin í Atlantic Airways hevði á fyrsta fundi sínum tann 15. desember 1987 samtykt at seta tveir skiparar og tríggjar stýrimenn umframt 8 flogternur, og at Jógvan Simonsen saman við Erik Koch, flogovasta hjá Cimber Air, skuldu standa fyri hesum arbeiði. Tann 28. mars var manningin klár at byrja sítt starv.

Maersk Air, sum var partaeigari í Danair saman við SAS og Cimber Air, dámdi sum vera man ikki at fáa kapping á føroyaleiðini av einum felag, sum Cimber Air átti ein stóran part av og sum harafturat syrgdi fyri, at kappingarneytin hevði tann myndugleikakravda tekniska og operativa førleikan til hetta flogvirksemi. Maersk Air segði, at hetta var brot á partaeigarasáttmálan millum Maersk Air og Cimber Air, sum partaeigarar í Danair og kravdi tí, at Cimber Air tók seg úr Atlantic Airways.

Tá hetta ikki hendi, byrjaði Maersk Air eitt gerðarrættarmál móti Cimber Air við kravið um, at Cimber Air tók seg úr sum partaeigari í og samstarvinum við Atlantic Airways. Hesum kravi fekk Maersk Air viðhald í av gerðarættinum, sum kom við úrskurði 3. juni 1988 um, at Cimber Air skuldi gevast við samstarvinum við Atlantic Airways í seinasta lagi 1. januar 1989 og gav harafturat Maersk Air viðhald í, at Cimber Air hevði skyldu til at rinda Maersk Air endurgjald fyri tann peningamiss, sum samstarvið við Atlantic Airways hevði havt við sær.

Úrskurðurin kom eisini illa við hjá føroyingum, tí Atlantic Airways í fyrstu syftu fleyg upp á tekniska og operativa rakstrarloyvið hjá Cimber Air. Roknað hevði verið við, at tað fór at taka umleið tvey ár, áðrenn Atlantic Airways hevði uppbygt førleika til at fáa sítt egna rakstrarloyvi, so nú varð enn størri ferð sett á arbeiðið at fáa til vega egið rakstrarloyvi frá flogferðslumyndugleikunum.

Tað eydnaðist í juli 1988 at seta á stovn eina fullfíggjaða tekniska deild við einum tekniskum ovasta, og í november 1888 var ein flogovasti settur at stjórna flogskiparunum.

Tann 22. desember 1988 fekk Atlantic Airways sítt egna rakstrarloyvi frá flogferðslumyndugleikunum og sama dag ella einans 9 dagar áðrenn Cimber Air sambært úrskurðin hjá gerðarrætinum skuldi gevast við samstarvinum við Atlantic Airways, gav Ferðslumálaráðið Atlantic Airways konsessión til rutuflogferðslu millum Føroya og umheimin.